Mentan

Ein blanding av rock’n’roll, blues, country og amerikanskum southern rock í Listastovuni

Leygarkvøldið 6. september kl. 20.30 verður ein heilt serlig konsert í Listastovuni. Tá kemur esturlendski bólkurin South of Savoy at spæla eina blanding av rock’n’roll, blues, country og amerikanskum southern rock, við nógvari orku á pallinum, sum passar væl til føroysku tónleika mentanina. Okkara egni Esmar fer at hita upp við síni inniligu og erligu frásøgnum har hann viðgerð evnir sum vón, sorg, gleði, kærleika og trúgv, ið raka beint í hjartað.

2025-09-06 08:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

South of Savoy

South of Savoy kemur við nýggjum og spennandi tónum úr roots, rock’n’roll, blues og soul, og bjóðar eina kraftmikla og livandi tónleikauppliving, sum er bæði nútímans og djúpt rótfest í amerikanskum southern rock-mentanini.

Við røtum í vátlendi, skógum og vøtnum í Estlandi, Finnlandi og Danmark, kemur South of Savoy við einum nýggjum íkasti til amerikanska southern rock-tónleikastílin. Bólkurin hevur síðani 2022 havt basu í Tallinn, har tey hava ment eitt ljóð, ið sameinir ráa orku, improvisatión og eina serliga kensluborna nærveru við blues og soul tónum. Hesin fimm-manna bólkur – við eini sterkari kvinnurødd í fremstu røð – sangarinnuni Krista Tiitinen – bjóðar upp til dans við einum settlista við egnum løgum, kryddaðum við serliga útvaldum favorittsangum úr bæði 20. øld og nútíðar blues-pallinum.

Tónleikurin hjá South of Savoy er ein dynamisk samanrenning av rock’n’roll, soul og blues, har teirra ráa, men fína tulking gevur teimum eitt eyðkent og djarvt ljóð, sum hevur vakt ans á fleiri altjóða pallum.

Síðani 2023 hevur bólkurin verið fastur húsbólkur á teimum væl umtóktu blues jam-konsertunum á Philly Joe’s Jazz Club í Tallinn. Her hava tey kastað seg út í eitt stórt perlu hav av nútímans blues-løgum og givið teimum nýtt lív við teirra ráa og eyðkenda stíli.
„Vit ynsktu at skapa eitt blues-program, sum veruliga umboðaði okkum sjálvi,“ sigur trummusláarin Jeremia Kangas. „Okkara fyrsti íblástur kom frá nútímans blues-sangarum sum Debbie Davies, Bonnie Raitt, Koko Taylor, Samantha Fish og Susan Tedeschi. Teirra løg góvu okkum orku og íblástur í byrjanini av okkara tíð sum bólkur.“

South of Savoy hevur m.a. framført í Reykjavík á Iceland Airwaves (2024), á høvuðspallinum á Pakkasukko Blues & Jazz Festival og á høvuðspallinum til Estlands Augustibluus Festival (2024). Eisini hava tey verið partur av Tallinn Music Week – og hevur debut útgávan fingið altjóða útvarpsspæling og samrøður í fleiri londum, harímillum Viku útgávan á estlendsku Radio 2-støðini.

Debut-heildarútgávan hjá South of Savoy kom út í mars í ár, og hevur hon longu fingið jaliga móttøku fyri sítt ráa, men samstundis fína og kensluborna ljóð.

Limir í South of Savoy:
– Krista Tiitinen – sang
– Oskar Malleus – gittar og sang
– August Skjoldby – gittar og slide
– Jaan Jaanson – bass
– Jeremia Kangas – trummur

ESMAR
Esmar skrivar sangir, ið fáa íblástur úr lívsins fjølbroyttu støðum, tíðarskeiðum og nuansum.

Í tónleikinum viðger hann evnir sum vón, sorg, gleði, kærleika og trúgv – kenslur, ið øll kunnu kenna seg aftur í.

Sangirnir fevna breitt: frá friðarligum, poppkendum tónum til meira alternativ og rokkut løg.

Við sínum eyðkenda tónleiki og erligu frásøgnum, skapar Esmar rúm fyri nærveru og tónum, ið raka beint í hjartað.

Tónleikurin ber brá av bæði heimligum og altjóða dámi, og gevur lurtaranum eina kenslu av at vera á ferð – millum ljós og myrkur, styrki og veikleika.

Konsertin er stuðla av Økistónum og Atlantic Airways


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder