Politikkur

Ein avtala fyri ófødda barnið

Týsmorgunin í farnu viku gjørdu formenninir í Miðflokkinum og Javnaðarflokkinum avtalu um fløktu politisku støðuna. Vóru júst tá komnir framvið Dalsfles á veg av fundinum í Salt um undirsjóvartunnilin.

2026-02-25 18:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Avtalan, sum kvøldið eftir varð staðfest av floksnevnd Miðfloksins, hevði við sær:

  • at Miðflokkurin fór at atkvøða fyri uppskotinum um fyrireiking v.m. av undirsjóvartunnlinum til Suðuroyar.
  • at uppskotið um hækkan av pensónsaldrinum ikki fór at verða samtykt.
  • og at val til Løgtingið skuldi útskrivast, so skjótt tunnilsuppskotið var samtykt á Løgtingi.

Leiðin hjá avtaluni gjørdist tó trupul, fyri Javnaðarflokkin í vikuskiftinum og fyri Miðflokkin mánadagin. Men báðir partar hildu, tá á stóð, fast við hana, og kunnu tí í dag seta øll trý avtalupunktini á avrikslistan.

Men harumframt kann Miðflokkurin leggja tað fjóðra, og fyri okkum frá avtaludegnum týdningarmesta málið, afturat. Tí avtalan ger, at hvør einasti føroyingur, við atkvøðu sínari til løgtingsvalið, fær møguleika at vísa ófødda barninum sín fulla stuðul, soleiðis at uppskot deyðans, sum samtykt varð skal setast í gildi 1. juli, kann verða tikið av borðinum.

Vegna Miðflokkin

Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður

Jenis Kristian av Rana, floksformaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder