2026-01-09 12:15
Tað er um at vera útselt til dystin, og fyri at tryggja, at ongin kemur í høllina til fánýtis verður ongin søla við dyrnar í kvøld. Nøkur hundrað atgongumerki eru tó framvegis tøk á netsøluni og heldur sølan fram her til tað er útselt.
Atgongumerkini fáast til sølu á www.tjarnir.fo.
Seinastu trýstroyndirnar áðrenn EM-endaspælið. Føroyar taka móti Italia í kvøld og sunnudagin við Tjarnir. Koyr á Føroyar.
Dysturin er klokkan 19.
Tað ber til at lurta á FM1 frá klokkan 18 og stroyming er á kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald