Politikkur

Dusa tit enn undir dønum?

“Dusa tit enn undir dønum?” Fyri nakað nógvum árum síðan vitjaðu eini føroysk hjún kommunulæknan á Blöndósi. Menninir vóru starvsbrøður. Íslendski læknin var bæði blíður og týður. Sýndi teimum alt tað, sum kundi hava teirra áhuga í bygdini, m.a. løgdu tey leiðina inn á ellisheimið. Eitt av búfólkunum var tann tá elsti livandi íslendingurin, 108 ára gamla Halldóra Bjarnadóttir. Hon hevði verið skúlastjóri við Barnaskóla Akureyrar, og umframt tað hevði hon alt sítt lív strevað fyri rættindunum hjá kvinnum. Íslendski læknin lat hurðina upp til hennara, rópti fleiri ferðir, fimm ella seks ferðir, at her vóru føroyskir gestir komnir á gátt, men hon lat ikki við seg koma, var farin at hoyra nakað illa við árunum.

2023-05-21 22:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tórbjørn acobsen: Brádliga settist hon upp undir seg og segði: “Úr Føroyum?! Sigið mær eitt: “Dusa tit enn undir dønum?” Liggja tit enn undir dønum? Føroyska læknaparið nikkaði játtandi og rodnaðu tey bæði samstundis upp í hárrøturnar. Tá legði gamla seg aftur, dró dýnuna langt upp um høvdið og suffaði. Hennara attityda sigur alt um tað skammiligu støðu sum føroyska tjóðin enn stendur í, hóast Halldóra fór foldum frá í 1981. Fyri 42 árum síðan.

Tað var Voltaire gamli sum á sinni tók til: “Eitt søguligt gap opnar seg av og á, eitt av hesum sjaldnu, tá ið politiska skipanin hevur møguleikan at trýsta nakrar avgerandi broytingar ígjøgnum, sum kunna skaka gamlar og stirvnar skipanir.” Politisk momentum, rópa vit hendan møguleikan í dag. Stórar hendingar varpa langar skuggar frammanfyri sær. Seinri heimsbardagi elvir til eitt momentum, sum kemur í hæddina hin 14. september í 1946, føroyingar rista ikki á hondunum, ein meiriluti atkvøður fyri at frælsistaka tjóðina, sum síðan, umvegis mangar margháttligar manøvrur, endar aftur undir donskum stjórnarræði – donsku heimastýrislógini.

Í hesum døgum, fyri trýfjerðingsøld síðan, stovna kvinnur og menn Tjóðveldisflokkin. Ikki ímóti nøkrum, men fyri at fremja fólkaviljan, sum kom undan kavi hendan vælsignaða leygardagin í 1946. Stevnan er eirindaleysa neyv: Føroyska tjóðveldið verður stovnsett við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentunarliga lívi landsins.

Nationalstaturin var málið, og hann er framvegis málið.

Støðan órógvar dystin lærdar stjórnarmenn á bonaðu fjalunum í Keypmannahavn. Nú vóru góð ráð dýr. Avbjóðingin var at finna heilivágin, ið kundi doyva nýkomnu frælsisstrembanina hjá føroyingum. Diagnosan hjá Arup & Co. skuldi vísa seg at vera røtt, heilivágin áttu teir inni, og síðan hava teir sprænt danskan pening inn í føroyska kíkin fyri at varðveita skeytið til matrikkulin Føroyar. Skeytið til slakar 294 túsund ferkilometrar í norðurhøvum, sum ekspandera uppaftur meiri, táið komið er á mál við samráðingunum í ST´regi um økið vestur úr oyggjum okkara.


Meðan danir díkja á við at doyva latenta uppreisturin, við at spræna eitur inn í æðrarnar í føroyska samfelagskroppinum, fáa teir kortini ikki tamarhald á støðuni meiri enn tað, at fleiri momentum koma upp í samfelagsliga sævarmálan sum árini ganga. Føroyskir fiskimenn valdu Erlend til oddvita, harvið hevði flokkurin eisini fingið eina plasering á politiska ásinum. Sosiali kampurin um Føroyar herjar í 50´unum við mongu verkføllunum og Læknastríðnum sum hámørkum. Tjóðveldisflokkurin hevur viðrák og undanvind. Næsta momentum er fiskimarkið. Umráðandi er at staðfesta búskaparøkið, ið skal tryggja komandi statinum finansiella grundarlagið. Sjálvstýrislandsstýrið víðkar sjóøkið út á 12 fjórðingar. Á Grækarismessu í 1964. Hóast lítið kom burturúr á sjálvræðisleið hesi árini, av kendum orsøkum, vakti hendan koalitiónin órógv ymsar staðir. Ikki minst í Danmørk og í USA. Eyðvitað var hvassi tjóðskaparligi retorikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum orsøkin, og í nógva samskiftinum um hesa tíðina sæst, at danir halda seg hava buktina og báðar endarnar, líkamikið hvussu føroyingar royna at reisa uggafjarðarnar. Í einum skjali, funnið í Washington, siga teir: “Danish policy, as explained by the senior Danish civil servant responsible for Faroese affaires, will be to adhere strictly to the Home Rule Law. It will give the new provincial administration every opportunity to operate within the scope of the Home Rule Law or enough rope to hang itself.” Sjargongin er áhugaverd og fær ikki verið meiri kolonialistisk fyri ikki at siga imperialistisk. Annaðhvørt halda føroyingar fram við at spæla fólk í húsi, innanvert stikið í danska heimastýrinum, ella fáa teir eitt reip at hanga seg sjálvar í, - hetta er aftur avleiðingin av donskum pengum í Føroyum.


Fyri næstan 100 árum síðan – í 1927 – skrivar skyldmaðurin Jørgen-Frantz Jacobsen soleiðis í einari kronikk: “Færøerne er ikke Danmark. Da den nuværende Tilknytning til Danmark altsaa ikke hviler paa et nationalt Grundlag, bliver det i første Række de økonomiske og finansielle Forhold, der maa tages under Drøftelse, naar man vil undersøge Mulighederne for en eventuel færøsk Stat.”


Næsta momentum av týdningi var stríðið ímóti limaskapi í EEC. Hetta var fyrst í sjeytiárunum. Parlamentið flutti út á gøturnar við Fólkafylkingini á odda, og Tjóðveldisflokkurin huseraði sum politiskur bakkur á onkrari brík á Føroya løgtingi, har vit enn sita sum húsavørðar hjá tí danska valdinum í Føroyum. Tá var eg nóg gamal og búgvin til at taka støðu – tí standi eg her heima á Sandi eina hálva øld seinri. Hevði tað eydnast dønum og kontinentalkapitalistiska klubbanum EEC at slúkt okkum ta ferðina, høvdu vit mist búskaparøkið – tjóðarinnar spísikamar - sum Petur Reinert og aðrar víðkaðu okkum út á 200 fjórðingar í 1977. Alternativið hevði verið ein vanlukka – eisini fyri møguleikan at skipa tjóðina sum eina Republikk.


Eftir nógvar - lítið skilagóðar - avgerðir í hini famøsu La Belle Époque – í áttatiárunum, - enda vit í kanska heimsins størstu vanlukku búkaparliga. Lutfalsliga í øllum førum. Eitt danskt heimastýri við topptunaðum blokki og lántøkum fer út av ørvarendanum. Men, - hurðar hava tað við at fara í og úr lási. Úr vanlukkuligu kjalarslóðini dagaði aftur eitt momentum fram á torg. Búskapurin gjørdi eitt vambakast hin rætta vegin, og føroyingar fóru aftur at vita til sín tjóðskaparliga. Heini og Høgni vóru krýndir og ókrýndir leiðtogarar, táið tað brast fyri nevi í 1998, og tað á fyrsta sinni síðan fólkaatkvøðuna var møguligt at fáa tað knæsett í ein samgongusáttmála, at nú skuldi ein statur skipast um føroysku tjóðina.


Sum ikki einaferð komu danskir pengar ímillum. Tað sóu vit í 5. partinum av frálíku sendingini "O, móðurlandið" hjá Suna Merkistein og Jógvani Eli Dam. Peningur, serliga peningurin frá øðrum, hevur eina fascinerandi megi á summum mótum. Gølltekur summi fólk. Í gávuregninum stendur ryggurin ikki undir øllum, og hóttanirnar um lakari skiftistíð enn ætlað, hjá Poul Nyrup Rasmussen, magadrógu partar av samgonguni við teimum gyltu málunum. Føroyski staturin var farin afturvið í fyrstu syftu, men vit fingu lagt skútuna nakað á beint aftur við at kuta 366 milliónir krónur av donsku ríkisveitingini - umframt støðgin í prísjavningini. Samanumtikið ein triðingur av samlaðu eitrandi upphæddini. Hóast nógvar rembingar úti í Tinganesi, serliga millum teir, sum nú stinga bringuna fram í tí málinum, tann mest mælski fólkafloksmaðurin mælti ta einu náttina til eina reduktión á 50 heldur enn 366 milliónir, hann óttaðist fyri hvat ið krambakallarnir í høvuðsborgini – hansara veljarar – skuldu liva av frameftir – um Blokkurin ikki regnaði niður í kassaapparatini hjá teimum, so er veruleikin nú hann, at árliga ríkisveitingin, við lok í verandi valskeiði, verður ein fjórðingur av tí, sum hon annars hevði verið, um vit lótu standa til fyri á leið 20 árum síðan. Lunnarnir liggja høgligari nú, tá farast skal undir at syfta tað seinasta inn av sjálvsagda rættinum til okkara egnu ognir.

Einaferð var eg so bláoygdur, kanska, at eg var sannførdur um, at tjóðarinnar politiska frælsi var treytin fyri øllum øðrum verkevnum hennara. So “bláoygdur” eri eg enn, men danska strategiin, við at spræna pening inn í tað føroyska kervið, hevur skapt eitt nýtt menniskja – Homo Danicus – á sama hátt sum Sovjetskipanin skapti Homo Sovjeticus. Vit hava øll lyndi til at fara í eitt við tapetið, ta politisku skipan, sum altíð og stund umgirðir okkum. Í Sovjet stjórnað við eina- og harðræði og í Føroyum við donskum pengum.

Sum íslendski rithøvundurin Jón Kalman Stefánsson tók til: “Um fanin hevur skapt okkurt í hesi verð umframt pengar, er tað jarðrok á fjøllum.”

Nú er Tjóðveldisflokkurin tíbetur aftur í einari heimastýrisstjórn. Hóast hann situr sum skerdi fuglurin hjá Heinrich Böll innanvert donsku rimarnar í Tinganesi og á Vaglinum, hómast konturarnir av onkrum, sum verður okkara næsta momentum. Kutað verður í ríkisveitingina og á fleiri mótum, m.a. á uttanríkismótinum, kann nógv henda á rætta leið, um hildið verður fast, rimmarfast, við okkara, og ikki annara, áhugamál.

Landið er her, havið er her og fólkið er her. Vit tosa onkuntíð um trúgv, vón og kærleika. Hesi trý fara ongan veg. Sum Sigurð tekur til í framúr góðu yrkingini Miðamaðurin:


                          Men tað, sum aldrin uppundan fjarar,

                           er betra helvtin av Føroyalandi.

                           Og land at nema, ið havið fjaldi,

                           varð lív og vísindi miðamansins.


Tjóðveldisflokkurin er fyrst og fremst ein fylking, ið hevur sum evsta stavnhald at skipa hin føroyska statin. Republikkin skal eisini hava eitt innihald. Tað er ikki víst at vit øll eru samd um ta snaringina í øllum liðum. Tað ger onki, tí soleiðis hevur tað altíð verið. Nú havi eg ikki fyri vana at tosa fólki eftir munninum, - tað ætli eg mær heldur ikki at gera í dag. Fyrst av øllum má flokkurin vera somikið disciplineraður, at hann til eina og hvørja tíð verður mettur at vera stjórnarberandi. Tí má ansast eftir, at ikki ov nógv av fjákutum og sjálvprofilerandi popppolitikki tekur broddin av høvuðsmálinum. Entertainment skal til – men máti skal vera við. Harnæst skal hann vera vælferðarberandi, og hvussu verður hann tað? Nógvar miseydnaðar royndir eru gjørdar á søgunnar slóð fyri at finna fram til ta mest fyrimyndarligu búskaparskipanina. Eftir stendur, enn í hvussu er, at kapitalistiska skipanin er hin einasta sum megnar at skapa neyðugu virðini til eina rættvísa umfordeiling í samfelagnum. Tað mega vit smyrja okkum við. Hvussu virðini annars skulu býtast er so ein temperamentspurningur, sum støða skal takast til, tá politiskar samgongur verða skipaðar. At tveita um seg við ófíggjaðum lyftum í valstríði – 37 tímar um vikuna á arbeiðsmarknaðinum, uppnormeringar, lønarlyft, skattalættar og you name it – í mun til eina fíggjarlóg sum balanserar um 0´ið, nullið, við 6 hundrað milliónum donskum krónum á kistubotninum árliga, er ongin gongd leið. Her má hvørt vera eftir øðrum, og at skrædla vinnuna inn á bein fyri at fíggja ein alt ov stóran almennan sektor, tað verður sum táið kellingin pissaði í sokkarnar. Ein stokkutur hiti. Vinna og fakfeløg eru sett í verðina til at stjórna sær sjálvum, og báðir partar eru alneyðugir - fyri ikki at siga lívsneyðugir. Politikararnir eru valdir til at stjórna samfelagnum, ongin annar, og gera teir ikki um- og ábøtur, rationaliseringar, javnt og samt, kann tað ganga sum hjá íslendska togaranum Þorkeli Mána, har teir á sinni noyddust at brenna gálgarnar av fyri ikki at fara runt. Teir vóru fyrst í februar mánaða í 1959 í kongafiskinum á Nýfunnalandsmiðum saman Péturi Halldórssyni, Bjarna riddara, Marz og Júlí. Í kolandi stormi og nógvum kulda yvirísaði hann so illa, at hann hevði farið runt, um manningin ikki hevði framt hetjugerning undir ótespiligum umstøðum. Til endans vaggaði hann bara sum ein gomul æða við ongari kjølfestu, men teir náddu upp havn og komu á Reykjavík hin 15. februar - øll manningin var bjargað. Verri gekst Júlí, hann sást ongantíð aftur, gekk burtur við 30 monnum umborð.

Eitt momentum hongur aftur í lotinum. Nú ræður um ikki at liggja sjóvarfallið av sær, og at røkja balansarnar í samfelagnum, soleiðis, at vit ikki fara runt av yvirísing, ið er tung vekt av sleppa av við, somikið havi eg roynt á egnum kroppi. Carpe diem – tak dagin, við skili, meðan atstøðan er til tað.

”Events, my dear boy, events.”

Soleiðis svaraði bretski forsætisráðharrin Harold Macmillan, táið hann varð spurdur, hvør ið var størsta avbjóðingin hjá einum statsleiðara. Tað var at handfara óvæntaðar hendingar. At hugsa og bera seg rætt at, tá støða skal takast til mál, heima og úti, sum onkursvegna skulu avgreiðast. Táið hann síðan varð spurdur, hvat ið ræddi hann mest, svaraði hann, at politikkur snýr seg um hendingar. Um at fremja okkurt, og annars at takla hendingar í søgurnar flótandi meldri, sum vit onki vita um frammanundan. Heimurin flytur seg altso eftir slóðum, sum vit menniskju av góðum grundum onki vita um.

75 ár. Alt ov long tíð í einum donskum heimastýri fyri ein flokk, sum hevur evsta vald tjóðarinnar í sínum skjøldri. Tað sum er farið er farið, vit fáa onki gjørt við tað, sum týski Nobelvinnarin, Günter Grass, tók til, táið hann varð konfronteraður við sína ivasomu fortíð: „Søgan, ella rættari søgan sum vit siga, er sum ein tipt kumma, líkamikið hvussu vit skola niður, verður trekkurin liggjandi í klússinum.“

Tí ræður um at síggja frítt fram í eina loved framtíð.

Tað er ilt at meta um støðuna í heiminum í løtuni, soleiðis sum geopolitisku rembingarnar flyta seg ímóti nýggjum alliansum. Hvar vit enda í øllum hesum er ilt at vita, onkur veit, og eg kom nú at hugsa um dularfulla eygnabráið hjá úlvaldinum, kamelinum, sum Viderø møtti á ferð síni til Jorsala: ”Einsamallur úlvaldur stendur har og gánar undan veðrinum, sokkin í undirdjúpar hugsanir, heimurin er ikki til fyrir honum. – Hundrað nøvn sigist Allah at hava, níti nýggju eru monnum kunn, einans úlvaldin veit hitt hundrasta. Ei undur í, at hann stendur dulin at sær með ovmetnaðarfullum yvirbragdi. Allah viti, hvat navn tað mun vera, og hvat tað merkir.”

Enn dusa vit undir dønum. Hjartaliga til lukku við føðingardegnum.

Hevði ætlað mær, á sama hátt sum abbi mín, at doyggja í einum sjálvstøðugum Føroyum, - tað vænti eg, satt at siga, framvegis fer at henda mær.

Nú er nógmikið skrukkað – tíðin er komin til at verpa.


Keldur: 


Martin Næs:                                   Opera men eingin olja.

  1. Thorsteinsson & S. T. F.Johansen: Føroyar í kalda krígnum.

Jørgen-Frantz Jacobsen:                  Nordiske Kroniker.

Heini í Skorini:                                Kampen om ytringsfriheden.

Kristian Osvald Viderø:                    Ferð mín til Jorsala.

Einar Kárason:                               Stormfuglar.

Jóannes Dalsgaard:                         Framtíðin kemur ikki av sær sjálvari.

DV (Kristin H. Guðnason 2018):        Kraftaverkið á Þorkeli Mána.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder