Skúlablaðið: Síðst í hesum mánaðinum, tann 30. januar, er ungdómsting á Christiansborg. Durita Vidtfeldt og Bjørk Akselsen, sum ganga í 9. flokki í Skúlanum á Giljanesi, eru valdar út at taka lut. Lærari teirra er Ingi Wiberg.
Tær hava eitt uppskot við sær at viðgera saman við hinum næmingunum, sum vera við á ungdómstinginum. Tað snýr seg um at fyribyrgja strongd. Uppskotið snýr seg um at fáa ein undirvísingartíma, sum skal eita “tú & eg”. Innihaldið í tímanum verður at læra um tað, næmingarnir duga væl og minni væl, ymisk lyndiseyðkenni og um hvønn annan.
- Á henda hátt fara børn og ung at duga betur at góðtaka seg sjálv og megna at standa ímóti, tá ið okkurt gongur teimum ímóti í støðum, tá nógv trýst er, siga tær í uppskotinum.
Tær vísa á, at í Finnlandi er undirvísing í positivum hugsanarhátti, har børn læra um egna styrki og lyndiseyðkenni. Kaisa Vuorinen gongur á odda fyri hesum námsfrøðiliga arbeiðnum.
Durita og Bjørk eru sannførdar um, at børn og ung, sum kenna sína egnu styrki og seg sjálv, megna betur at takkla lívið á einum góðan og positivan hátt.
- Vit halda, at fólkaskúlin, soleiðis sum vit kenna hann við foreldrasamstarvi og trivnaðararbeiði, saman við positivum hugsanarhátti fer at gera børn og ung til betri næmingar, sum verða glaðari og minni strongd menniskju. Okkara lógaruppskot fer tí at hjálpa børnum og ungum sleppa undan strongd, tí tey verða betur før fyri at megna strongdina í gerandisdegnum og skúlanum og krøvunum um fakligheit og avrik. Í veruleikanum skjóta vit upp, at floksins tími kann verða brúktur til hetta í grunddeildini, tað sparir pengar og tíð í byrjanini. Í miðdeildini og hádeildini verður neyðugt at seta ein eyka tíma inn til hetta endamálið. Harumframt rokna vit við, at okkara uppskot fer at gagna samfelagnum við tíðini, tí nógvir pengar verða spardir, sum annars fara til viðgerð av strongd og sjúkum, sum koma í kjalarvørrinum á strongd í lívinum hjá ungfólki. Tí halda vit, at hóast útreiðslur eru til hetta og ein eyka undirvísingartími, so fer hetta at ganga samfelagnum og spara í endanum.
Tær vísa til eina kanning, sum Statens Institut for Folkesundhed gjørdi í 2017. Hon vísir, at 36,3% av kvinnum og 18,2% av monnum í aldrinum 16-24 ár gerast strongd. Angist fyri at avrika, krøv frá lærarum, familju og vinum verða mett at vera orsøkin til strongdina.
- Okkara uppskot fer at hjálpa ungum at góðtaka egna styrki og avmarkingar, og tí verða tey ikki so lættliga ávirkað av krøvum frá øðrum, tí tey fara at hava eina sunnari og positivari sjálvsmynd. Tað er eisini okkara sannføring, at tilgongdin til skúla og undirvísing, sum okkara uppskot leggur upp til, fer at broyta mentanina í fólkaskúlanum og harvið leggja dent á læring og trivnað í staðin fyri avrik og próvtøkur.
Á myndini eru Ingi Wiberg, Durita og Bjørk. Tað ber eisini til at hoyra tey greiða frá í Góðan morgun Føroya í ÚF: https://kvf.fo/gmf?sid=151182
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald