FSF: Ársins síðsta venjing hevur verið, og nú verður bara bíðað eftir venjingardystinum móti Kasakstan, sum eisini er ársins seinasti dystur hjá føroyska manslandsliðnum.
Áðrenn venjingina fekk FSF Varpið orðið á venjaran, Eyðun Klakstein.
Í samrøðuni setir Eyðun orð á júst farnu HM undankapping, ið bleiv tann besta nakrantíð.
Og spurdur, um vit skulu tora at droyma okkum til eitt endaspæl næstu árini, sigur venjarin, at tað kunnu vit sakstans, og aftaná hesa undankappingina er tað ein realistiskur dreymur, sum vit eiga at fara eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald