Støddin av legatpørtunum er millum kr. 500,00 og kr. 3.000,00 eftir nærri áseting nevndarinnar.
Legatið verður latið til ástøðiliga og verkliga útbúgving hjá ættarfólki, eisini ætt-leiddum, hjá systkjum Sofíu Louisu Gorm-Petersen, fødd Nielsen.
Í undantaksføri kann legatpartur latast til at hjálpa einum av nevndu ættarfólkum í sambandi við fyribils fíggjartrupulleikar í virki teirra, ella fyri at viðkomandi kann byrja yrki, har íløgupeningur er neyðugur.
Umsóknarfreistin er 20. okt. 2024 og saman við umsóknini skal sendast:
1. Bústaður, møgulig teldupostadressa og P-tal umsøkjarans (danskt cpr.nr. hjá teimum sum búsitandi eru í Danmark)
2. Ljósprent av dóps- ella navnabrævi
3. Frágreiðing um hvussu umsøkjarin er ættaður frá einum av systkjum Sofíu Gorm- Petersens
4. Frágreiðing um hvat ætlanin er at nýta legatið til
5. Váttan frá útbúgvingarstað við dagfestari váttan um aktivan lestur og frágreiðing um, nær útbúgvingin er byrjað og longdin á útbúgvingini
6. Upplýsingar, um umsøkjarin hevur framíhjáinntøku, fær onnur legat ella fær hjálp frá Statens Uddannelsesstøtte ella øðrum
7. Banki, skránr. og kontonummar umsøkjarans
Umsøkjari, ið ikki hevur sent inn frammanfyri nevndu upplýsingar og váttanir innan ásettu freistina, kann ikki vænta at umsóknin verður viðgjørd.
Umsókn kann sendast legatnevndini sum teldupostur til [email protected] ella sum vanligt bræv til nevndarformannin Petur Elias Nielsen, Hammershaimbsvegur 15, 360-Sandavágur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald