Tjóðsavnið: Tjóðsavnið er altíð áhuga í slíkum rekum, tí teir møguliga kunnu brúkast at sýna fram. Í hesum føri var nísan tó so mikið illa skødd, at hon var ikki egnað til hetta endamál. Ilt er at siga nakað við vissu um deyðsorsøkina, men høgrumegin nakað frammarlaga var eitt merki, sum kundi mint um eina bátaskrúvu. Eisini vóru fleiri merki, ið líktust hvøssum bitmerkjum. Hvat av hesum, ið er komi fyrst, ber ikki til at siga.
Ein fullvaksin nísa kann viga okkurt um 70-80 kg og gerst smáar tveir metrar til longdar; kvennhvalurin er eitt sindur størri enn kallhvalurin. Nísa er vanlig í Føroyum, og sæst ofta tá ein er á floti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald