Politikkur

Depil fyri staðsetingarfrøði settur á stovn

Depilin er skipaður í samstarvi við Umhvørvisstovuna, sum er føroyskur kortmyndugleikin og Fróðskaparsetrið, og í tøttum samstarvi við Landsverki.

2022-06-17 17:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Serfrøðingar sum arbeiða við staðsetingarfrøði í Føroyum, eru spjaddir kring um á ymsum stovnum og fyritøkum. Endamálið við nýggja deplinum er at savna umhvørvið um staðsetingarfrøði í Føroyum, og soleiðis at styrkja fakliga samstarvið og leggja afturat vitanina um staðsetingarfrøði í Føroyum og í altjóða samstarvi.

Til hátíðarhaldið seinnapartin, bar Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hesa heilsan.

____________________

Góðan dag

Eg vil takka fyri høvið at bera nýggja depilin fyri staðsetingarfrøði eina heilsan.

Málsøkið kort- og landmáting varð yvirtikið í 2019 á landi, og í 2020 varð eisini sjókortmyndugleikin á føroyskum hondum. Endamálið var lutvíst, at Føroyar skuldu taka fulla ábyrgd av hesum týdningarmikla øki, og eisini at styrkja førleikarnar innan øki.

Hesin depilin er ein ítøkiligur liður í førleikamenningini. Depilin er skipaður í samstarvi millum Umhvørvisstovuna, sum er okkara kortmyndugleiki, og okkar lærda háskúla, Fróðskaparsetur Føroya. Harumframt tekur landsins útinnandi byggimyndugleiki, Landsverk, eisini lut í samstarvið um depilin, sum sostatt verður stovnsettur á fakliga og formliga trygga grund.

Staðsetingarfrøði hevur gamlar og fínar røtur. At máta upp landið, og at tekna kort, er ein gomul vísind, sum krevur holla landafrøðiliga vitan. Fyri okkum, sum ikki kenna stórvegis til økið, er tað undarligt at hugsa sær at tað hevur borið til, at gjørt so neyvar staðsetingar og at tekna so góð kort, langt aftur í tíðini. Og tað er enn líka imponerandi, at tað ber til at bora ein langan tunnil úr hvør sínum enda, og at møtast akkurát á miðjuni. Enn tá undir havsins botni.

Ótrúligt at tað bar til at gera neyvar mátingar einans við mekaniskum eygleiðingartólum, neyvum metodum og hollari vitan. Og líka ótrúlig er tann stóra menningin sum er hend, seinastu fáu áratíggjuni, síðani teldu- og fylgisveinatøkni eru komin afturat. Nýggju talgildu møguleikarnar, at síggja neyvu knattstøðuna við fylgisveinum, at taka loftmyndir við dronum og at kortleggja við GIS, hava gjørt staðsetingarfrøðina so lætt atkomiliga og viðkomandi, at vit øll ganga við neyvum og dagførdum kortum í telefonini, og brúka tey í gerandisdegnum.

Ein partur av staðsetingarfrøðini er soleiðis vorðin hvørsmansogn, bæði til gaman og álvara.  Hetta er ein gongd, sum tit á Umhvørvisstovuni hava tikið til tykkara, við at gera talgildu kortini frí hjá øllum at brúka, bæði privat og til vinnulig endamál.

Men tøkniliga menningin hevur ikki minkað um krøvini til tykkara fakligu vitan og førleikar, sum arbeiða við staðsetingarfrøði. Tvørtur ímóti verður kravt av tykkum, at tit støðugt leggja afturat vitanina, at tit gera betri og betri uppmálingar, og at dáturnar, sum tit lata úr hondum, eru rættar og álítandi.

Fyri bert tíggju árum síðani fortaldu vit stolt øllum heiminum, at okkara hægsta fjall var 882 metrar høgt, men orsaka av nýggju tøknini og tykkara nærlagni og stóru ábyrgdarkenslu, máttu vit viðganga, at vit høvdu gjørt dekan ov nógv av. Slættaratindur var tveir metrar lægri, enn vit høvdu erpa okkum av . Men soleiðis er tað. Vísindin leitar altíð eftir sannleikanum, eisini um tað svíður viðhvørt.

Ætlanin við hesum depli er at leggja afturat vitanina um staðsetingarfrøði, í Føroyum og í altjóða samstarvi. Tit hava sett tykkum sum mál, at depilin skal savna tað lítla og spjadda umhvørvið, um staðsetingarfrøði í Føroyum, og eg ivist ikki í, at tað fer at eydnast tykkum væl. Tí serfrøðingar hava brúk fyri at tosa saman og at skapa eitt umhvørvi fyri teirra felags áhugamál. Hetta er galdandi innan flest øll øki. Í Føroyum hava vit ofta tað avbjóðing, at tey sum hava servitan, eru tey einastu á sínum arbeiðsplássi, ella í sínum gerandis umhvørvi, og tá kann vera trupult at halda førleikar viðlíka, at mennast og at verða við í fakligum samstarvi. Tá kunnu Føroyar kennast lítlar, og fólk hava hug til at halda, at græsið er grønari og fakligheitin betri, aðrastaðni.

Og tá eru átøk sum tykkara, ein tann besti mátin at broyta myndina. Ítøkilig átøk ið kunnu savna umhvørvið, ein pallur til tykkum, at siga frá tykkara vitan, at halda skeið fyri tey sum eru í umhvørvinum, og undirvísa teimum ungu, sum skulu taka við.

Eg haldi eisini at mátin tit gera tað upp á, er tann rætti og hóskar sera væl til hetta samfelagið.

Tit hava valt at stovnseta ein lítlan depil, við nøkrum fáum kjarnufólkum, sum taka fulla ábyrgd av umhvørvinum og virkseminum. Tey kunnu tó sjálvandi ikki gera alt sjálvi, men tey kunnu gagnnýta fyrimunirnar sum vit hava í Føroyum. At hóast vit kennast so óvanliga væl, og at okkara leiðir umskarast í heilum.

Tað er eisini ein sannroynd at fólk í Føroyum eru lagalig og smidlig, og ikki bangin fyri at taka eina hond í. Hetta haldi eg er galdandi eins nógv fyri tey sum eru fødd í Føroyum og fyri fólk úr øðrum londum, sum hava valt at virka her og sum trívast í okkara mentan. Hesir fyrimunir gera, at tað ber til at gera eitt stórt sterkt og mennandi netverk kring nakrar fáar eldsálir, sum duga væl at samskipa.

Tit hava staðsett depilin væl við einum fixpunkti í Umhvørvisstovuni, einum á Setrinum, og einum triðja í Landsverki. Hetta eru føst og haldgóð útgangsstøði, sum eg veit at tit fara at fáa nógv burtur úr. Hesin depilin er við til at tryggja at staðsetingarfrøði verður sjónligari, og eg ivist ikki í, at hann fer at styrkja munandi um hesa týdningarmiklu vísindagrein í Føroyum.

Hjartaliga til lukku og blíðan byr

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder