Sambært Vinnuhúsinum, sum saman við Sansir samskipar føroyska landabásin, er talan um eina alsamt vaksandi messu og somuleiðis støðugt vaksandi føroyska luttøku. Talan er um eitt serstakt høvi at sýna fram fyri luttakarum úr øllum heiminum, eins og at hitta veitarar og keyparar á einum og sama stað.
Dennis Holm, landsstýrismaður, nýtti høvi at vitja føroyska landabásin og hitta umboð frá føroysku vinnuni.
“Við dugnaligum fólki, fyrstafloks vørum og vøkrum og innbjóðandi føroyskum landabási er greitt, at vit standa ikki aftanfyri nakran, tá ið tað kemur til matvørur úr sjónum í heimsflokki” sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald