
MRCC og Tórshavnradio er deild undir Vørn, og deildarstjórin fær dagligu ábyrgdina av virkisøkinum, sum fevnir um neyð- og trygdarradiotænastu, leiting og bjarging á sjónum og sjótilbúgving í breiðari merking.
Starvið fevnir um at leiða og samskipa arbeiðið á MRCC, herundir at:
- tryggja, at leiti- og bjargingarátøk lúka fyrisett mál.
- tryggja fullgóða neyð- og trygdarradiotænastu.
- seta í verk menningartiltøk fyri starvsfólk og samstarvspartar í sjótilbúgvingini.
- virka fyri og tryggja gott samstarv millum MRCC og bjargingarstøðir í grannalondum.
- umboða stovnin í føroyskum og útlendskum høpi.
- tryggja fullgóða umsiting av góðskuskipanini
- samskipa oljutilbúgvingina í føroyskum sjóøki.
Førleikakrøv:
- Skipsførari ella líknandi útbúgving.
- Tosa og skriva føroyskt og enskt.
- Góð samstarvsevni.
- Góðar telduførleikar.
Tað er ein fyrimunur, at hava royndir við leiðslu, leiting- og bjargingararbeiði, oljubasing og góðan kunnleika til føroyskt sjóøki. Viðkomandi má vera til reiðar at taka ymisk skeið og eftirútbúgvingar, herundir sum SMC (Sar Mission Coordinator)
Setanartreytir
Starvið er lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv.
Setanarøkið fevnir um Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Tænastustaðurin verður MRCC- Tórshavn / Tórshavnradio.
Starvsheitið er deildarstjóri og tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til stjóran á Vørn
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Vørn tlf. 311065 og tosa við Óli Hans Olsen, stjóra.
Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Umsókn
Umsókn og CV saman við avrit av prógvum skal sendast sum pdf til [email protected]og vera Vørn í hendi í seinasta lagi tann 10. februar 2025 kl. 12.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald