Danmark skal hava nýtt havrannsóknarskip, og skipasmiðjur hava fingið tilboð um at bjóða uppá uppgávuna.
Eitt slíkt skip er júst bygt í ríkinum. Nevniliga Jákup Sverri, sum MEST bygdi.
Men MEST sleppur ikki at bjóða uppá uppgávuna, nú nýtt skip skal byggjast. Krøvini til undangóðkenning frá tekniska háskulanum í Danmark, DTU, eru nevniliga skrúvað soleiðis saman, at MEST verður útilokað.
Krøvini til undankenning eru annars rættiliga leysliga orðað – men har er eitt krav, sum er ófrávíkiligt: Skipasmiðjan skal seinastu tíggju árini hava bygt eitt nøkulunda samsvarandi skip á minst 55 metrar.
Jákup Sverri – sum er tað skipið í ríkinum sum minnir mest um tað, ið byggjast skal – lýkur ikki hesa treyt. Byggingin av Jákupi Sverra eydnaðist sera væl, og skipið er fagnað av øllum, sum hava roynt tað. Men tað er 54 metrar langt... Ein metur ov stutt.
Og meðan onnur krøv í útbjóðingarumfarinum eru rættiliga leyst orðað, so er kravið um teir 55 metrarnar púra treytaleyst.
Hetta merkir, at ein skipasmiðja, ið seinastu tíggju árini hevur bygt eitt fiskiskip við vanligum, framkomnum tekniskum fiskitólum, kann undangóðkennast. Men MEST, ið við hepnari hond hevur bygt eitt skip sum tað, ið byggjast skal, verður útilokað. Tann eini meturin ger allan munin.
- Eg skal ikki balla nakað inn her: Tá ein sær krøvini til undangóðkenning slepst ikki undan at fáa tann illgruna, at tey hava eitt heilt ávíst endamál. Tann illgruna hugsi eg øll fáa, sum seta seg inn í hetta. Og av tí at DTU er ein stovnur undir granskingarmálaráðfrúnni, Christinu Egelund, havi eg sett henni skrivligan spurning um málið, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.
Spurningurin snýr seg í høvuðsheitum um hví krøvini til sera krevjandi førleikar eru so leyst orðað, meðan kravið um teir 55 metrarnar – sum jú einki siga um førleikan hjá eini skipasmiðju – er so ófrávíkiligt.
Javnaðarflokkurin á fólkatingi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald