Annað

Dánial vann 500.000 krónur í kvøld

Tað var Dánial A. Hansen úr Miðvági ið var hepni gekkaspælarin ið slapp ígjøgnum við fullari plátu.

2023-03-24 22:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Dánial A. Hansen úr Miðvági var hepni gekkaspælarin, sum slapp at snara hjólinum í kvøld.

Gekkurin í kvøld var 1,5 mió. kr., og valdi Dánial at koyra upphæddina í trý, og vóru tí 500.000 kr í hvørjum leypi.

Í fyrsta snarinum kom hann á bláa leypin, og gjørdist hann tí 500.000 krónur ríkari í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder