Arbeiðið við Dalstunlinum er steðgað upp fleiri ferðir. Fyrr í ár varð boðað frá, at vantandi játtan ger, at arbeiðið við tunlinum varð steðgað. Nú má gongd koma í aftur, og tí leggur Aksel V. Johannesen eykajáttan fram vegna Javnaðarflokkin, sum skal fáa ferð á arbeiðið.
Bara 9 mió. kr. um árið vórðu játtaðar árini 2020, 2021 og 2022. Í eykajáttanini, sum Javnaðarflokkurin leggur fram nú, so verða 5 mió. kr. játtaðar aftrat.
Samstundis sum Løgtingið ikki játtar nokk av pengum til verkætlanina Dalstunnilin, so játtar Løgtingið pening til nýggjar verkætlanir, sum ikki eru fyrireikaðar og tískil heldur ikki klárar at fara í gongd.
- Áðrenn vit fara undir nýggjar verkætlanir, so eigur neyðugur peningur at verða játtaður til tær verkætlanir, sum longu eru í gongd, so hesar eisini kunnu gerast lidnar, sigur Aksel V. Johannesen, formaður.
Arbeiðið við at gera Dalstunnilin fór í gongd á sumri 2019.
Politikkur
Dalstunnilin má í gongd aftur
Bara 9 mió. kr. um árið vórðu játtaðar árini 2020, 2021 og 2022. Í eykajáttanini, sum Javnaðarflokkurin leggur fram nú, so verða 5 mió. kr. játtaðar aftrat.
2022-02-09 15:24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald