Kári er ikki tann fyrsti, sum kemur við hesum pástandinum, og hóast eg fyrr havi víst hesum aftur, so loyvi eg mær at endurtaka:
Fyrsti hjálparpakkin í sambandi við corona snúði seg fyrst og fremst um arbeiðsfólk og ikki so nógv um vinnuna. Lógin um ALS bleiv broytt, soleiðis at fólk sum arbeiddu niðursetta tíð, orsaka av corona, fingu rætt til arbeiðsloysisstuðul, hóast tey ikki vóru arbeiðsleys. Eisini bleiv dagpeningalógin broytt, soleiðis at fólk í sóttarhaldi kundu fáa dagpengar, hóast tey ikki vóru staðfest at vera sjúk.
Við hjálparpakka 2 fingu fólkapensjónistar, sum høvdu arbeiði, rætt til dagpengar, um tey blivu raktir av corona, ella máttu í sóttarhald. Eisini vóru onnur átøk sum millum annað hjálptu vinnuni, men eitt av endamálunum við tí var júst at forða fyri hópuppsøgnum.
Hjálparpakki 3 skuldi millum annað tryggja at fólkapensjónistar, sum vóru sjálvstøðug vinnurekandi, ikki vóru fyri brádligum inntøkumissi vegna corona. Eisini kundu listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligir felagsskapir fáa stuðul.
So tað er beinleiðis ósatt, tá sagt verður, at samgongan bara vil hjálpa vinnuni og ikki borgarunum í landinum.
Sjálvandi fer samgongan ikki at lata fólk sita køld ella svong, nú prísirnir eru nógv hækkaðir. Men eins og í sambandi við cororna, so er neyðugt at seta møguligar hjálparpakkar rætt saman, soleiðis at teir ikki gera størri skaða enn gagn.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald