Mentan

Closed for Maintenance á Slættanesi

Í samband við árliga Closed for Maintenance átakið í ár, vóru 18 sjálvboðin á Slættanesi og arbeiddu uppá ymiskar ábøtur sum trongdu til í bygdini og á varðagøtuni av Vatnsoyrum til Slættanesar. Tað var Visit Vágar, sum samskipaði arbeiðið, saman við Vága Kommunu, festarar, jarðeigarar og Slættanesfelagnum.

2024-05-14 07:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Avtoftaða bygdin Slættanes er lutfalsliga fjarskotin, og tað kann vera torført at ferðast til hesa serstøku bygd, sum liggur í einum øðrum tíðarlumma enn nútíðar samfelagið. Hvørki vegur ella streymur kom nakrantíð til Slættanesar, men kortini eru tað nógv fólk, ið vilja vitja lítlu bygdina. Tað er serliga ein væl umtóktur túrur, fyri m.a. starvsfólkabólkar og serliga ævintýrahugaði gongufólk, hóast túrurin norður ikki er heilt vandaleysur.

Tað kann verða ógvuliga villingarsamt summastaðni á varðagøtunum til Slættanesar, har sjálvt lokal fólk kunnu villast. Serliga við Tungufelli har bygdagøturnar møtast og frá Mýrabotni til Slættanesar, kann vera trupult at finna røttu leiðina. Harumframt hevur verið torført at koma yvirum ánna í bygdini. Visit Vágar valdi tí at gera eina verkætlan á Slættanesi til Closed For Maintenance 2024.

Frá 2. til 4. mai varð tí m.a arbeitt við at byggja eina brúgv um ánna, laga 15 varðar uppaftur, sláa 90 reyðar steyrar niður har lítið grót er, rudda gøtur fyri grót, drena, seta pílaskeltir upp o.s.fr.

Nógv fólk vitja bygdina um summari, og tí hevur tað verið eitt stórt ynski hjá m.a. Slættanesfelagnum og jarðeigarum at hjartastartari er í bygdini. Vága kommuna lat ein hjartastartara, sum nú er settur upp í skúrinum hjá skúlanum í bygdini.

Arbeiðið gekk sera væl, og menningarleiðarin Bryndis í Dali er væl nøgd við úrslitið og góða samstarvið við slættanesfólk, festarar, jarðareigarar, festarar og Vága kommunu.

-At arbeiða uppá gomlu varðagøturnar er ein stórur heiður, og tað er eyðmýkjandi at hugsa um tað stóra arbeiði, ið er lagt í hesar varðar ígjøgnum áratíggju. Tað hevur týdning fyri okkara siðarv at halda tær viðlíka, og tað er upplagt, at vit við hjálp frá ferðavinnuni kunnu gera tað. Nú er tryggari at ferðast eftir varðagøtuni frá Vatnsoyrum til Slættanesar, og vónandi verður tað til stóra gleði hjá gongufólki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder