H.K.T. Christian Prinsur fylti 18 ár sunnudagin 15. oktober. Í hesum sambandi hava løgmaður og løgtingsforkvinnan sent honum føðingardagsheilsan vegna Føroyar.
Føðingardagsheilsanin til Christian Prins innibar eisini eina serstaka føðingardagsgávu. Gávan er ein túrur út í Stakkin í Tjørnuvík, har Christian Prinsur fær møguleika at uppliva stórfingnu náttúruna, umframt at síggja Christiansstovu, sum er eitt lítið hús á Stakkinum. Húsið fekk navnið Christiansstova, til heiðurs fyri Christian Prinsi, tá ið krúnprinsahjúnini vitjaðu Stakkin í 2018.
Túrurin út í Stakkin verður skipaður saman við Kongshúsinum, tá ið umstøðurnar loyva tí.
Fríðrikur Krúnprinsur uttan fyri Christansstovu í Stakkinum í 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald