2025-04-23 22:47

Christian í Grótinum er ávegis til Måloy við 3.450 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi, teir verða inni seinnapartin í morgin.
Tá ið vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, varð sagt, at fiskiskapurin hevði verið góður, okkurt tov gav 700 tons. Tað tekur eitt gott døgn at landa Christian í Grótinum.
Veðrið á leiðini til Noregs er gott, vindurin liggur í kvøld um 8m/sek.
Tað eru nógv skip á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi - føroysk, íslendsk, russisk og norsk, øll royna sunnast í føroyskum sjógvi, tó royna tey russisku skipini eitt sindur norðanfyri hini skipini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald