2025-02-26 10:00

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi 25. september 2024 samtykti at gera broyting í byggisamtyktini fyri matr. nr. 83s og 83u í Sandavági.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting í byggisamtykt fyri matr.nr. 83s og 83u í Sandavági, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá mikudegnum 26. februar 2025 til mikudagin 19. mars 2025, báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 9. apríl 2025.
Vága býráð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald