2025-03-08 08:44

Fyri jól vóru borgarafundir á Sandi, ið Heri Sverrason hegnisliga sat undir.
Greiða niðurstøðan frá bygdarfólkinum varð: vit ynskja at linjuføringin til Suðuroyartunnilin verður løgd norðanfyri Sandsbygd.
Alt tos um at koyra ígjøgnum Sands kommunu frá einum tunnli ið kemur upp á Skarvanesi varð jarðað á staðnum.
Eisini av tá tilstundandi borgarstjóranum á Sandi, Kristian Oskar Henriksen.
Nú knappar tríggjar mánaðar seinni er vent í holuni hjá Kristian Oskar.
Nú er knappliga vegurin eftir Traðarhamri loysnin, hóast hann sjálvur viðurkennir at bilarnir neyvan fara at koyra eftir Traðarhamri, men eftir betraða vegnum í Líðini.
Sandingar.
Um hendan broytta støðan hjá borgarstjóranum, men vónandi ikki meirlutanum í kommununi, vinnur frama, koma vit at fáa alla tað tungu ferðsluna til og frá Suðuroynni ígjøgnum Sandsbygd, undantikið ferðafólk ið vilja hava eina góða mynd.
Tí hví skal ein sum sleipar 20 tons av fiski ella jarni fara tunga vegin niðan á Hamaran við lessinum, tá hann kann fara ígjøgnum Líðina á veg til Suðuroyar? Leggi tykkum tað í geyma, og royni at ávirka tað tit kunnu.
Hetta verður ein óbøtandi vanlukka fyri okkum og komandi ættarliðini á Sandi.
Vónandi standa partar av meirlutanum í kommununi lið um lið við ynskið hjá sandingum, og sýtir at geva loyvi til nakra tykisferðslu eftir Traðarhamri, sum skálkaskjól fyri at loyva ferðsluni til og frá Suðuroynni ígjøgnum Sandsbygd.
Brandur Sandoy, bygdarráðslimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald