Politikkur

Býarmenning

Sitandi býráð hevur gjørt og samtykt «Visjón 2032», og ynski er, at komandi býráð takað visjónina til sín. Visjónin skal verða livandi og broytilig, og skal endurskoðast við jøvnum millumbilum, og røkka longur enn til 2032.

2024-11-03 12:20 Author image
-
placeholder

Í visjónini er samtykt ein býarmenning, sum eg fari, um eg verið valdur, at gjøgnumføra.

Ein kommuna har øll vilja búgva

  • Býarmenning skal á dagsskránna, sum liður í einum burðardyggum framburði
  • Kommunan skal draga borgarar at sær og leggja upp til sunnan vøkstur komandi árini

Ein virkin og skapandi kommuna

  • Vit skulu virka fyri nýskapandi kørmum, vinnuni, mentanini og ferðavinnuni at frama
  • Vit skulu draga at okkum fjølbroyttar vinnu fyritøkur, mentan og ferðafólk

Í fremstu røð innan tænastur og umstøður til borgarar

  • Vit skulu stremba eftir at vera í fremstu røð innan tænastur til allar borgarar
  • Vit skulu menna kommununa við fjøltáttaðum bústaðarmøguleikum og frítíðartilboðum

Vit fara í komandi setu at leggja dent á fleiri vinnuøkir, ferðslu, gøtur, fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, og halda á framm at gera familjuøkir saman við borgarum. Í øllum arbeiðinum verður atlit tikið til mentan og umhvørvið. Sitandi býráð hevur hevur gjørt fleiri góð átøk til eina góða býarmenning, nevnast kunnu

  • Nýggja vinnuøkið í Grótbrotinum
  • Broytingar í vinnuøkinum Norðuri á Tjørn
  • Ætlanir um at gera marina á Prestlandinum
  • Víðkan av kirkjugarðinum í Sandavági
  • Ætlanir um familjuøkir við MB – vøllin og á Valloyrini
  • Tvørgarðsvegur og gøta millum Tvørgarð og býlingin inni í hús

Tað eru eisini okkurt, sum er miseydna. Útstykkingar eru gjørdar í hvør sínum enda Norðuri Heiðum og millum Giljaveg og Sarpaveg. Vit eru ein nýggj kommuna, tí vilja nærkast. Vit vilja byggja inn móti miðjuni og móti bygdum.

Borgarin eigur at vera við frá byrjan, og koma við hugskotum til eina góða býarmenning. Borgarin skal kunnast ávegis, og kennast við eina endaliga byggisamtykt. Hetta skal gerast við borgarafundum og í fokusbólkum.

Eitt slíkt arbeiðið er umfevnandi, og krevur nógv av býráðspolitikarum og umsiting. Eg vil standa á odda fyri einari býarmenning, har vit saman við tær fara skapa eina enn betri kommunu,


 Set kross við meg,  Albert Ellefsen

Set kross við Borgaralistan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder