Vinna

Bústaðir stovnar lutaíbúðarfelag

Tað hevur í mong ár verið eitt ynski hjá fólki at kunna ogna sær lutaíbúðir eins og í øðrum londum, og nú hevur Bústaðir avgjørt, at royna at selja nýggju íbúðirnar við Dalavegin í Tórshavn sum lutaíbúðir.

2025-06-23 07:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Talan er um 44 bústaðareindir í ymiskum støddum, og tekur keypsprísurin fyri lutirnar útgangsstøðið í tí kostnaði, ið verkætlanin samlað hevur kostað + mett virði av grundøkinum.


Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er uml. 168,75 mió. kr., og er hesin kostnaðurin so býttur í 44 partar, har atlit er tikið til stødd, innrætting, staðseting, útsýni o.s.fr.


Prísirnir eru ávikavist 2.75, 2.85, 2.875, 3.0, 4.1, 4.5 og 4.9 mió. kr.


Sølutilgongdin: Limir og leigarar hava framíhjárætt
Fólk, sum búgva hjá Bústøðum ella eru uppskrivaði hjá Bústøðum, fáa framíhjárætt til at ogna sær ein lut. Eftir 3 vikur, verða tær lutaíbúðirnar, ið tá ikki eru seldar, settar alment til sølu í samstarvi við Skyn.


Kunning um lutaíbúðirnar:
Meira kunning um kunningarfund, lutaíbúðarfelagið, íbúðirnar og sølutilfar er at fáa / kann heintast á heimasíðuni hjá Skyn á www.skyn.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder