Eg havi fyri árum síðan gjørt vart við hetta. Kundu sjálvandi sagt: Hvat segði eg?
https://www.vp.fo/news/bustadir-nyggi-eik-grunnurin
Men vit halda okkum til dagsins tekst. Hann er frá Rættarnevndini, og er soljóðandi:
Haldføri hjá Bústaðir er burtur sigur Landsgrannskoðanin, og embætisfólk, sum hava gjørt uppskoti fyri Ingilín spyrja alment á Facebook um til ber at visa á, hvar tað stendur!
Støðan var so hættislig, at málið bleiv koyrt aftur í nevnd. Og var tað stuttligt frammanundan, so er tað ikki minni stuttligt nú.
Álit frá nevndini kom 15/5 og viðgerðin á Løgtingi verður 17/5. Sambært álitinum, so eru ongar nýggjar upplýsingar í málinum.
Ingilín og Bústaðir vóru á fundi. Nevndin fekk at vita at haldføri hjá Bústaðir er undir control, hóast roknskapurin vísir undirskot. Rentukostnaðir tyngja, tí rentan er variabul og arbeitt verður við at lætta um raksturin. Og viðlíkahald skal planleggjast sum ivaleyst merkir útsetast. Útsett viðlíkahald vita øll kostar meira seinni og er tí ein útreiðsla og ikki ein inntøka í haldførinum.Tosa verður um fasta rentu, og at brúka KT í samskifti við viðskiftafólki.
Hetta er tað vit vanliga kalla ein slutur fyri ein slatur og tykist eisini ódokumentera.
Minnilutin ivast í, um tað at byggja uppeftir og við færri skeivum vinklum er nóg mikið til at tryggja haldføri. Tað er samstundis konstatering av at tað bygt er, er bygt dýrt. Eisini fáa vit varhugan av at tað nevndin fekk at vita er ódokumentara ynskihugsan heldur enn ætlan.
Ongastaðni í álitinum sæst nevnt hvat hendur tey ár, tá bara 50% av íbúðunum eru útleigaðar, tí at fyrst standa dýrastu leigumálini í økinum tóm. Tað vita vit frá fyrr.
Nevndarálitið gevur greiða ábending um:
Bústaðir byggir dýrt, men als ikki hevur boð uppá, hvussu til ber at byggja bíligari.
Bústaðir hevur enn onki boð uppá langtíðarhaldførinum
Ingilín vil fyri einhvønn prís játta Bústaðir at lána pengar
Meirlutin í nevndini tekur ikki langtíðarhaldføri í álvara
Eingin tykist skilja, at manglandi haldføri er fyri tað longu er bygt
Eingin skilur, at Bústaðir sigur, at teir megna ikki at byggja bíligt og leigan tí er høg
Úrslitið av hesum verður, at Bústaðir bara kann byggja dýrar bústaðir á dýrum adressum, har møguligt er at krevja høga leigu. Tað er tí ikki samsvarandi tí ynskt verður at Bústaðir skal gera.
Av tí at Bústaðir hevur heilt nýggja manning, so er sjálvandi trupult hjá teimum uppá so stutta tíð at broyta nakað. Onkur er farin í starv hjá Landsverk. Tað átti eisini at gjørt, at Løgtingi útsetti málið til aftaná Ólavsøku væl vitandi, at eingin endi sæst á trupulleikunum.
Síðan kundi Løgtingi gjørt eitt seriøst arbeiði, fyri at vita um Bústaðir megna at byggja bíligt soleiðis at tey, sum ikki fáa bústaðarfígging, hava ráð at leiga.
Enn er langt á mál. Og tað er eisini so mikið langt til næsta Løgtingsval, at tey á niðastu rók, tá hava skilt, at hetta er torvmold til eygu teirra.
Eivind Jacobsen
Strendur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald