Politikkur

Bústaðarmøguleikar

Tað er eingin loyna, at seinastu árini hevur verið tosað nógv um bústaðarviðurskiftini í landinum. Hetta sleppa vit heldur ikki uttan um, tí hetta er eitt av teimum tingunum, ið skulu raðfestast hægst. Tað eru fleiri góðar meiningar um hvat mann kann gera fyri at fáa fleiri bústaðir.

2024-11-05 08:03 Author image
-
placeholder

TÓM HÚS

Eg haldi, at vit eiga at fylla tey tómu húsini fyrst og fremst, tí tað gevur onga meining, at fleiri hús standa tóm alt árið. Orsøkirnar eru allarhelst fleiri, t.d. vera húsini brúkt sum summarhús, eigarin er farin á ellisheim ella er deyður. Vit vóru sjálvi so heldig, at vit fingu fatur í einum húsum, ið eingin búði í. Vit eru so glað, fyri at hava fingið okkara egna og hava byrjað eitt familjulív. Tað ynski eg eisini, at aðrir borgarar skulu hava møguleika til. Hetta er alneyðugt, um vit vilja hava kommununa at vaksa, tí uttan borgarar er eingin kommuna.

Her skulu setast tiltøk í verk, ið vit vita fara at gera mun. Um vit settu í verk bústaðarskyldu ella "húsakvotu", so høvdu fleiri havt møguleika fyri at fingið egið tak yvir høvdið. Tað kann sjálvsagt ikki vera meiningin, at familjur skulu sova omaná hvørjum øðrum, meðan fleiri hús standa tóm.

ÍBÚÐARBYGGING

Seinastu árini eru vit farin meira og meira yvir í at byggja íbúðir.

Hetta er ein góð loysn hjá teimum, ið ynskja okkurt minni at búgva í, ella um mann ikki hevur tørv á garasju ella hjalli.

Ein íbúð er lættari at halda enn eini hús, tí haldi eg, at tað er genialt at byggja íbúðir til tey, hvørs børn eru vaksin og ætla at yvirtaka húsini, eru flutt aðrastaðni ella okkurt triðja.

Vit kundu bygt íbúðarlonir og havt tær allar samlaðar. Antin javnfjaðrar ella sum við barnagarðinum Miðgarði, har fleiri bygningar eru bygdir í ring. Við hesum er møguleiki at skapa eitt felagsøkið, sum so skapar ein felagsskap, sum fleiri hava saknað her í kommununi.

Við íbúðarbygging fer tað at eggja eldru borgarunum at selja húsini víðari til eitt yngri ættarlið, ið hevur tørv á einum nøktandi bústaði at búgva í fyri at byrja eitt familjulív. Eg eri somuleiðis vísur í, at hetta kemur at síggjast aftur í fólkavøkstrinum í kommununi um nøkur ár.

Hetta er sjálvandi ein stór íløga, men hetta er ein íløga, ið tryggjar framtíðina og borgaran.


Set X við Jógvan Sigurd Eldevig Hattarstein

Set X við Borgaralistan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder