Politikkur

Bústaðarmøguleikar

Vaksandi kostnaðurin av at seta búgv, og bústaðartrotið, krevur at vit hugsa nýggjar tankar á bústaðarøkinum og finna loysnir. Vit mugu tora at hugsa nýggjar tankar og hava møguleikarnar opnar. Tí má kommunan tryggja sær, at tað er møguligt hjá tí almenna og privata at byggja íbúðir í kommununi. Í dagsins samfelagi hava ung tørv á øðrum bústaðarmøguleikum enn vanligum sethúsum. Tað eru ymiskir møguleikar, ið kundu verið viðkomandi, og eigur eftirspurningurin at kannast og arbeiði fyrireikast.

2024-11-02 15:00 Author image
-
placeholder

Ungdómsbústaðir: smærri íbúðir við einari yvirkomiligari leigu.

Ungdóms búfelagsskapur:  Minnir um lestraríbúðir, tó er innskriving í lærustovn ikki fortreyt her.

Tílíkir møguleikar vilja bæði gagna teimum ungu, ið fáa egnan bústað, og samstundis leysgeva aðrar bústaðir til aðrar málbólkar.


Kommunan eigur eisini at fyrireika og arbeiða við møguleikanum at koma við øðrvísi loysnum fyri eldru borgarar.

Eldraíbúðir: Íbúðir bygdar til eldri borgarar við hjálpitólum, so møguleiki er at verða virkin heima sum longst.

Eldrasambýlið: Eldri kunnu búgva í einum felagsskapi og nýta ágóðan av hvørjum øðrum og annars fáa tað hjálp tey hava tørv á.

Búfelagsskapur tvørtur um ættarlið: Ungir og eldri borgarar kunnu búgva í ein felagsskapi og fáa gagn av hvørjum øðrum.
Tað er alt avgerandi at vit til ein og hvørja tíð, síggja virði í hvørjum øðrum og trúgva at vit øll hava nakað gott at geva hvør øðrum.

Tá vit fáa ein fjølbroyttari bústaðarmarknað, so fáa vit betur tilboð til fleiri borgarar og betur trivnað í kommununi.
Vit mugu verða virkin og kanna tørvin og møguleikan og verða klár at veita tilboðini, ið verða eftirspurd.

Saman eru vit sterkari
X við Borgaralistan
X við Jon Ingi Wiberg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder