Politikkur

Búskapurin framvegis í framgongd

Búskapurin veksur framvegis. Búskaparráðið metir, at vøksturin í BTÚ var 5,6% í 2023, verður 4,7% í ár og 3,3% í 2025 í leypandi prísum.

2024-09-17 13:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Landsbankin:

Búskapurin framvegis í framgongd

Búskapurin veksur framvegis. Búskaparráðið metir, at vøksturin í BTÚ var 5,6% í 2023, verður 4,7% í ár og 3,3% í 2025 í leypandi prísum.

Búskaparráðið hevur gjørt eina dagførda meting av vøkstrinum í BTÚ fyri árini 2023 – 2025. Metingin av vøkstrinum í BTÚ fyri 2023 - 2025 verður gjørd í leypandi prísum, og er mettur at verða ávikavist 5,6% í 2023, 4,7% í 2024 og 3,3% í 2025. Tað merkir, at BTÚ í 2023 er mett at vera 26,6 mió. kr., 27,8 mió kr. í 2024 og 28,7 mió. kr. í 2025, sí talvu 1 niðanfyri.

Talva 1 BTÚ og BTÚ vøkstur í leypandi prísum

Onnur lyklatøl vísa eisini vøkstur. Starvsfólkatalið (fyrr lønmótakarar) er vaksið seinastu nógvu árini og vaks 1% í tíðarskeiðinum juli 2023 til juni 2024, samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Talið av útlendingum í arbeiðsfjøldini vaks enn skjótari, við 9%, sí talvu 2

Eisini lønargjaldingarnar eru vaksnar munandi seinastu árini, sí talvu 2. Orsøkin kann vera hækkingar í tímalønini og hækkandi tal av starvsfólkum. Hækkandi lønargjaldingarnar kunnu eisini verða eitt tekin um, at starvsfólk arbeiða fleiri tímar. Eitt nú kann hækkaða kostnaðarstøðið hava ført við sær, at fólk eru farin at arbeiða fleiri tímar, ella átaka sær fleiri størv.

Talva 2 Arbeiðsmarknaðarhagtøl

Les heystfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder