Vinna

Búskaparvøkstur á 5,8 prosent í 2025

Búskaparvøksturin, ella vøksturin í BTÚ í leypandi prísum, er mettur at vera 5,8% í 2025, 6,2% í ár og 3,3% í 2027.

2026-03-12 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Búskaparráðið hevur í samstarvi við Hagstovu Føroya mett um vøksturin í BTÚ fyri árini 2025 – 2027. Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettur at vera ávikavist 5,8% í 2025, 6,2% 2026 og 3,3% í 2027, sí talvu 1 niðanfyri.

Í heyst metti Búskaparráðið vøksturin í BTÚ í leypandi prísum at verða 2,0% í 2025, meðan nýggja metingin sigur 5,8% í 2025. Høvuðsorsøkin til stóra munin er, at útlitini fyri útflutningin fyri 2025 vóru meira svartskygd á sumri 2025. Útflutningurin vísti seg tó at gerast væl frægari í 2025 enn væntað, bæði fyri alivinnuna, pelagisku vinnuna og ikki minst fyri heimaflotan.

Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er 6,2% 2026, sí talvuna niðanfyri. Tað, sum togar vøksturin upp í BTÚ í 2026, eru privata nýtslan og útflutningurin, og harafturat geva almenna nýtslan og privatu íløgurnar eisini síni íkast til vøksturin. Somu viðurskifti toga vøksturin upp í 2027, men í minni mun, enn í 2026. Fyri pelagiska fiskiskapin væntast betri prísir í 2026, hóast kvotuniðurskurð á makreli og svartkjafti. Harafturat væntast ein vøkstur í bæði nøgd og prísi á laksi, ið merkir, at útflutningsvirðið væntast at økjast í 2026.

[object Object]

Les meira í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder