Politikkur

Búskaparráðið skipar fyri ráðstevnu um tilfeingisgjald

Fríggjadagin 17. mars skipar Búskaparráðið fyri ráðstevnu um tilfeingisrentu og tilfeingisgjøld í føroysku fiski- og alivinnuni í Løkshøll. Fyrrapart verður alivinnann lýst og seinnapart fiskivinnan.

2023-02-21 20:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ætlanin við hesi ráðstevnu er at lýsa, hvussu skipanin við tilfeingisgjaldi er í dag í Føroyum, bæði tá tað kemur til fiskivinnuna og til alivinnuna. Eisini fara umboð úr Noreg og Íslandi at greiða frá, hvussu skipanin við tilfeingisgjaldið er í teirra londum.

Eftir framløgurnar, verður pallborðskjak, har ætlanin er at fáa lýst fyrimunir og vansar við teimum ymisku skipanum, og møguliga fáa svar uppá, hvat kundi verið gjørt fyri at fáa skipanina við tilfeingisgjaldið at virka betri í Føroyum.

Nærri skrá fyri ráðstevnuna verður lýst í næstum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder