Politikkur

Brynja norðurlendska samstarvið til broytta veruleikan

Tað er neyðugt at brynja norðurlendska samstarvið til ein heim, sum í løtuni stendur fyri stórum broytingum og avbjóðingum. Tað heldur løgmaður, sum komandi dagarnar fer at viðgera ymisk mál á árliga summarfundinum saman við hinum norðurlendsku stjórnarleiðararunum.

2023-06-25 13:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kanadiski forsætisráðharrin við

Umframt stjórnarleiðararnar í teimum átta norðurlondunum, er Justin Trudeau, kanadiski forsætisráðharrin, eisini boðin við á summarfundin í ár.

Norðurlond hava ein søguliga sterkan politiskan, búskaparligan og mentanarligan felagsskap. Okkara samfeløg byggja grundleggjandi á somu virði, og av somu orsøk hava vit tað lættari at tosa okkum til sættis um felags loysnir. Avbjóðingarnar eru nógvar og torgreiddar, men vit hava góðar fortreytir at loysa tær í felag. Tað er uttan mun til, um vit tosa um útbúgving, arbeiðsmarknað ella vælferð, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Summarfundur á Vestmannaoyggjum

Millum málini, ið eru á skrá á summarfundinum eru umhvørvi, orka og veðurlagsavbjóðingar. Spenta støðan í bæði Ukraina og Russlandi fer óivað eisini at fylla nógv komandi dagarnar.

Summarfundurin hjá norðurlendsku stjórnarleiðararunum verður í ár hildin á Vestmannaoyggjum í Íslandi.



Norðurlendsku stjórnarleiðararnir

Áland: Veronica Thörnroos

Danmark: Mette Frederiksen

Finnland: Antti Petteri Orpo

Føroyar: Aksel V. Johannesen

Grønland: Muté B. Egede

Ísland: Katrín Jakobsdóttir

Noreg: Jonas Gahr Støre

Svøríki: Ulf Kristersson

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder