Politikkur

Brúksskyldan samtykt í Løgtinginum

Løgtingið samtykti í dag einmælt broytingarnar í brúksskylduni í Sjófeingislógini, sum Dennis Holm, landsstýrismaður, legði fyri Løgtingið fyrr í heyst.

2023-12-15 19:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Við broytingunum eru ásetingarnar um brúksskyldu á fiskirættindi tillagaðar.

Tað merkir, at treyt fyri at avhenda fiskidagar ella kvotu er, at í minsta lagi 60 prosent av døgunum ella kvotuni eru brúkt fiskiárið frammanundan. Brúkstreytin fær týdning í 2025. Fyri at kunna avhenda t.d. fiskidagar í 2025, skulu í minsta lagi 60 prosent vera brúkt í 2024.

Brúkstreytin fyri at avhenda fiskidagar ella kvotur hevur í ymiskum formi verið í lógini síðani 2002.

Tað nýggja við samtyktu lógarbroytingini er, at nú er generell brúksskylda løgd á tey loyvi, landið letur at reka vinnuligan fiskiskap. Hetta ber í sær, at hevur fiskifar við veiðiloyvi ikki verið til vinnuligan fiskiskap í tvey ár á rað, falla øll veiðirættindini hjá skipinum aftur til landið. Sama fiskifar kann hava fleiri fiskiloyvi til ymiskan fiskiskap. Er ávíst fiskiloyvi ikki brúkt í tvey ár á rað, fellur rætturin til hetta fiskiloyvið aftur til landið.

Fyrsta tíðarskeiðið fyri uppgerð av nýtslu byrjar 1. januar 2023. Tað merkir, at við ársbyrjan 2025 verður kannað eftir, um brúksskyldan er hildin. Vísir tað seg t.d., at fiskifarið als ikki hevur avreitt í 2023 og 2024, falla øll veiðirættindini hjá fiskifarinum aftur til landið.

Fiskiloyvi og veiðirættindi hjá útróðrarbátum undir 15 tons eru undantikin brúksskyldu.

Fyri at reka vinnuligan fiskiskap krevst loyvi frá landinum. Atgongdin at gagnnýta fiskiveiðirættindini er avmarkað við tað, at tað eru nøkur fá, ið fáa framíhjárætt at troyta ogn Føroya fólks í eitt avmarkað tíðarskeið. Við hesum framíhjárættinum eigur eisini at fylgja ein skylda at brúka rættindini, og um tey ikki verða brúkt, so falla tey aftur til landið, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Brúksskyldan er ein týðandi táttur av okkara fiskivinnuskipan, og vænti eg, at brúksskyldan fer at hava við sær størri gagnnýtslu av okkara felags fiskiveiðirættindum til gagns fyri reiðarí, manningar, vinnuna á landi og samfelagið alt, sigur landsstýrismaðurin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder