2025-08-06 12:03

BROYTINGAR Í BURN-HÓPINUM HJÁ NEISTANUM
Dánjal Ragnarsson fer til Íslands og Nikolai Bliznov kemur til Neistan.
Í summar var kunngjørt, at Dánjal Ragnarsson kom aftur til Neistan, men støðan er nú broytt. Dánjal hevur fingið møguleikan at spæla í bestu íslendsku deildini við meistarunum og steypavinnarunum, Fram, komandi kappingarár.
Fram ynskir at leiga Dánjal í eitt kappingarár, og sjálvandi stuðla vit Dánjali í tí. Fram skal spæla bólkaspæl í European League, og tað er ein spennandi møguleiki, sum Dánjal hevur valt at taka av.
Samstundis sum Dánjal verður leigaður út, eru vit fegin um at bjóða bakspælaranum Nikolai Bliznov vælkomnan til Neistan.
Nikolai hevur leikt fimm kappingarár í Føroyum við ávikavist KÍF og Team Klaksvík, har hann hevur skorað yvir 400 mál. Nikolai hevur eisini spælt fleiri ár í bestu russisku deildini, har hann hevur vunnið bronsu tvær ferðir, eins og hann hevur vunnið russisku steypakappingina. Afturat hesum var hann liðskipari á russiska U19-landsliðnum.
Nikolai er 31 ára gamal og býr í Havn saman við unnustu síni, sum spælir við Stjørnuni. Vit ynskja Nikolai vælkomnan í Neistan og gleða okkum at síggja hann í Burn-hópinum í bláum við sínari styrki og royndum.
Nevndin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald