Uppskotið varð lagt fyri tingið, partvíst eftir ynski frá Bústøðum, ið hevur ført fram, at kravið um privata luttøku í verkætlanum hjá Bústøðum kann vera ein forðan fyri, at verkætlanir koma í gongd. Orsøkin er, at privatir íleggjarar ofta eru meira áhugaðir í at keypa seg inn í bústaðaverkætlanir, tá tær eru komnar nakað áleiðis, heldur enn at vera við frá byrjan, tá bæði óvissa og fíggjarligur váði eru stór.
Landsstýriskvinnan fegnast um at uppskotið fekk so góða undirtøku. - Bústaðir fær nú frælsi til at meta um, nær og í hvønn mun stovnurin skal fara í samstarv við aðrar íleggjarar um bústaðaverkætlanir, og væntandi verður hetta til frama fyri virksemi hjá Bústøðum, sigur Ingilín D. Strøm landsstýriskvinna.
Lógarbroytingin fær gildið, beinanvegin løgtingslógin er kunngjørd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald