Politikkur

Brian stillar upp fyri Borgaralistan

Eri 32 ár, eri landmálingsteknikari/málsviðgeri hjá matrikul á Umhvørvisstovuni og búgvi í Sandavági

2024-11-04 23:37 Author image
-
placeholder

Vil fyrst og fremst siga at Vága Kommuna er ein góð og væl rikin kommuna og haldi at undanfarna býráð hevur gjørt eitt gott arbeiði á nógvum økjum, men tað er altíð pláss fyri at gera ting betri og tað ætli eg mær at gera.

Mítt hjartamál er bý- og bygdarplanlegging og at endurskoða okkara byggisamtykt. Um ein hyggur eftir Kommunukanningini hjá Lóður og Kringvarpinum, so er tað ein av áðurnevndu kategorium, ið fólk vóru mest ónøgd við í øllum landium, og tíanverri er Vága Kommuna einki undantak. Hetta ætli eg mær at gera nakað við og kenni meg væl íklæddan til uppgávuna, vegna mítt dagliga starv hjá matrikul á Umhvørvisstovuni.

Haldi at tað hevur sera stóran týdning, at okkara kommuna fer at gera eina langtíðar býarætlan fyri allar tríggjar bygdir, so borgarin veit, hvat fer at henda og hvar hesi ymisku økir vera løgd, so sum vinnuøki, landbúnaðarøki, bústaðarøkir o.s.f.. Okkara kommuna skal eisini fáa kloakkina reina hetta vælskeiði og skal tí verksetast í okkara langtíðar býarætlan. Soleiðis kunnu vit framhaldandi tryggja, at okkara kloakkskipan verður rein, tá ið vit hava fingið hana reina.

Byggisamtyktin er ikki endurskoða tvær tær seinastu seturnar, sjálvt um tað stedur í Løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir, at hon skal endurskoðast fimta hvørt ár og tískil skal tað gerast sum skjótast

Bústaðarmøguleikar er eitt annað øki í haltar í Føroyum og eisini í okkara kommunu, hetta skal tað gerast nakað við, so at vit fáa nógv fjølbroyttari bústaðar møguleikar, so sum eldraíbúðir, vardaríbúðir, ungdómsíbúðir og íbúðarblokkar, sum skal verksetast í okkara kommandi býarætlan og byggisamtykt.

Viðvíkjandi Vetrarfriðing haldi eg, at skilabesta loysnin er, at partvíst vetrarfriða, soleiðis at vit bert vetrarfriða inni í bygdunum. Tí eg haldi at tíðin er farin frá, at seyður gongur millum hús, á asfalti, gongubreytum og inni í havum hjá fólki. Seyður skal tó kunna ganga á teimum økjum, ið eru ásett landbúnaðarøkir, soleiðis vit sleppa undan deyðagrasi á bønum og við hesari loysn verður tað nógv bíligari og vit sleppa undan deyðagrasi, enn at vetrarfriða alt innangarðs. 

Ferðslutrygdin eru sum nokk øll flest vita, ein stórur trupulleiki í okkara kommunu. Tann stóri fótongulin í hesum, er Landsverk og landi, eiga tað mesta av landsvegnum. Her mugu vit sum kommuna og borgari verða áhaldin og blíva við at pressa á har suðuri hjá teimum, soleiðis at vit fáa eina loysn uppá henda trupulleika. Tí at okkara kommuna hevur ikki kapital til, at gera tunnlar og vegir rundan um bygdirnar sjálv. Tískil meini eg vit skulu byrja samráðingar við Sørvágs kommunu um at leggja saman. Tí ferðslan fer bara at økjast í oynni, vegna útbygging av flogvøllinum. Saman standa vit sterkari og kunnu leggja meira trýst á har suðuri, at loysa okkara ferðslutrygd.

Vinnan skal raðfestast, tí tað eru nógv ting sum skulu gerast og alt kostar pengar. Tískil er tað umráðandi, at vit sum kommuna, fáa lokkað meira vinnu henda vegin, so at vit fáa fleiri pengar í kassan, at gera gott við. Tað skal tó gerast við skilið, soleiðis at vit fáa lagt tey kommandi vinnuøkini uttanfyri bygdinar, so at okkara borgarar fáa frið fyri larmi og lukti og eisini skal takast atlit til umhvørvið

At enda vil eg virka fyri, at øll børn í okkara kommunu fáa eina matarskipan á okkara stovnum. Miðgarður hevur eina ordiliga góða matarskipan og hana ynski eg at fáa bæði á Sóljugarð og á Skúlan á Giljanesi.

Set X við Brian Hansen

Set X við Borgaralistan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder