Lýsing

Brennir tú fyri at síggja børn og ung blóma

--

2022-01-04 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Frítíðar- og ungdómstilboð hava ein týðandi leiklut fyri eina kommunu, og tí fer Vága kommuna í næstum at lata upp eitt Virkishús fyri børn og ung.

Virkishúsið er eitt klubtilboð til børn og ung, ein frístaður við nærverandi og empatiskum vaksnum.

Virkishúsið verður opið gerandisdagar og leygardag, við eini fjølbroyttari viftu av tilboðum, tiltøkum og verkstovum fyri børn og ung. Virkishúsið er fyri børn og ung frá 3. flokki til 18 ár.

Vága kommuna søkir tí eftir kreativum eldsálum at arbeiða í Virkishúsinum fyri børn og ung. Talan er um bæði føst størv á 25-30 tímar, tímalønt og avloysarar.Arbeiðstíðirnar eru skiftandi við seinnaparts-, kvøld- og vikuskiftisvaktum.

Starvið og førleikar:

Sum starvsfólk verður tú partur av virkna og fjølbroytta degnum í Virkishúsinum, saman við børnum og teimum ungu, tú er við til at menna teirra hugskot og geva teimum íblástur.

Tínir eginleikar og tín persónligheit hava minst líka stóran týdning, sum tín møguliga útbúgving. Tíseta vit ikki krøv til ávísa útbúgving, tí ymiskar útbúgvingar og royndir kunnu vera viðkomandi.

Tað hevur týdning fyri okkum at:

-Tú brennir fyri at arbeiða við børnum og ungum og ert tilvitað/ur um at skapa jaligar relasjónir og at stimbra sjálvsvirðið hjá børnum og ungum.

-Tú ert innbjóðandi, fyrikomandi og forvitin í tínum samskifti við børn og ung.

-Tú dugir bæði at uppsøkja og seta stuttlig ting í gongd, líkasum tú eisini eggjar børn og ung til sjálvi at brúka sítt hugflog.

-Tú torir at taka ábyrgd og hevur ein natúrligan myndugleika.

Vit kunnu bjóða:

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi, fjølbroytt og gevandi starv, við møguleika til at ávirka innihaldi í Virkishúsinum.

Løn og setanartreytir:

Setanarstaðurin er í Vága kommunu og tann setti má tola at broytingar kunnu koma fyri í starvinum.

Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Umsókn og nærri upplýsingar:

Umsókn saman við prógvum, lívrensli, revsiváttan og møguligum viðmælum skal sendast við teldupost til [email protected] ella við vanligum posti til:

Vága kommunu

Hammershaimbsvegur 1

360 Sandavágur

Ynskir tú meira kunning um starvið, kann tú seta teg í samband við Dortheu Højgaard Dam, verkætlanarleiðara á tlf.: +298 79 44 45 ella teldupost [email protected].

Freistin at søkja:

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. januar 2022 á middegi. Starvið verður sett 1. februar 2021, ella eftir nærri avtalu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder