Guð skapaði allar floygdar fuglar eftir teirra kyni, verður sagt í fyrstu Mósebók, og sagt verður um hin einoygda Óðin, at hann hevði tveir ravnar, Hugin og Munin, sitandi á herðum sínum. Hvønn morgun flugu teir um londini, og tíðliga á morgni flugu teir heim aftur og lýddu honum, hvat teir høvdu sæð og hoyrt. Frægi fólkasangarin úr Vestmanna, Martin Joensen, skrivaði longu sum tannáringur gitna sangin um svarta ravnin, sum skurðlæknin Torbjørn Viderø sang so yndisliga saman við Kræklingum. Øll kenna frælsu fuglarnar og Frælsissúluna í Eysturoyartunlinum hjá hinum nú áttati ára gamla Tróndi í Kirkjubø og týskarin Heinrich Böll skrivaði, átta ár fyri at hann fekk Nobel virðislønina fyri fagrar bókmentir, eitt essay, um fuglasløg sum ikki fóru á flog, meiri verður at frætta um orsøkina seinri.
Tað sigst, at eini dreymurin, sum oftast gongur aftur hjá okkum menniskjum, er dreymurin har vit eru á flogi, hava slept jarðiska tyngdarmáttinum og sveima vektleys í lofthavinum. Tey, sum hava serliga stórar avbjóðingar í gerandisdegnum, flúgva mest undir dýnuni og á koddalagnum.
Fyri á leið 90 árum síðan eggjar William Heinesen vinmanninum Jørgen-Frantz Jacobsen til at fara undir at skriva eina skaldsøgu. Hann lænir honum glóðina við hesum orðum: “Der er undertiden en lidt fattig ærlighed i dit blik, men på den anden side også glibriansk lune og Jacobsensk fabuleringsglæde. Kunne du ikke tænke dig at skrive en roman om glibrianernes færden?”
Omma hendan vinmannin hjá stjørnuskaldinum undir Varðad var, á sama hátt sum vit báðir Regin, slektað úr Niðristovu á Glyvrum. Seinri skrivaði hann ta kendu skaldsøguna ”Barbara” og gjørdist heimskendur, eftir at bróstsjúka foykti hann - 37 ára gamlan - úr foldarlívinum.
Virksemi er ikki nýkomið á Bakka, tað gongur í minsta lagi 4 hundrað ár aftur í tíðina, táið Gullsmiðurin, pápi at tiltikna Glyvraskrivaranum, var leiðtogari í svæðinum. Seinri hava skyldmenninir, frá ættarliði til annað, roynt seg á ymsum vinnumótum. Vit, sum nú eru uppi á døgum, berast serliga við heitið Bakkafrost, sum varð drigið av lunnum í 1968. Javnaldrarnir, sum tá vóru komnir fram ímóti fermingaraldri, vóru til dystin fús, og eiga nógvar tímar eftir skúlatíð millum tunnur, gløs, pavnar og flutningsbond. Nógvar góðar søgur og rungandi látur aftur við protestantiska arbeiðsmoralinum. Ein heimligur og flógvur ráki av trivnaði rak um virknaðin, har brøðurnir Hans og Róland og seinri Martin vóru sjefdomptørar í ketilsdraktum. Bræddir saman við fólkinum, hóast teir helst hava flogið hægri enn tey flestu handan skallabeinini. Oddviti, ið ikki flýgur hægri enn fjøldin, flytur onki. Hann skal í virkisskrá sínari flúgva hægri og fremri enn tey sum standa við virkisgøgnini, men sum ein heiðamaður tók til í gjár: ”Máti skal vera við, - nú eru glyvramenn farnir á flog(!)” Apropos flúgving var tað so óvanligt hjá føroyingum tá í tíðini, at omma mín í Gøtu gjørd eitt rend vestur á Vestanstevnu, í Seyrvági einaferð í sekstiárunum, har Icelandair fleyg styttri túrar kring um Føroyar, hon ynskti at síggja móðurlandið í flogsjón, og tað var henni ein serlig hending og balsam fyri sálina.
Seinri gjørdist alingin skamtalopið. Hon hevur eisini havt sínar avbjóðingar, men hyggja vit í útflutningstølini, er hon vorðin ein avgerandi bulur í føroyska búskapinum, har fyritøkan á Bakka er í broddi fylkingar. Stóra paradigmuskiftið í búskapinum er, at í meiri enn eina øld sveiggjaði búskapurin við virðinum á toskaveiðuni, og í dag ber til at siga, at hesin traditionelli parturin í exportvinnuni er ein ”viðfáningur” í mun til virðini, sum syft vera upp úr alivinnu og uppsjóvarvinnu. Seinasta frágreiðingin frá Búskaparráðnum ber boð um hetta. Ein stórur trupulleiki er tað kortini, at tey, ið stjórna landinum, líkamikið hvørji tey eru sum verma sær lørini við heimastýrisradiatorarnar, ikki megna at leggja álíknaða fæið úr hesum segmentinum til síðis. Tað er vorðið ein líka stór orsøk til ovurhiting í almenna geiranum sum danska ríkisveitingin, táið hon var uppá tað mesta.
Frá tí at fólk settu seg niður á Glyvrum, hevur bygdin verið ein bygd sum aðrar. Bóndagarðar, útróður og sildaveiða vóru botnurin undir búskapinum. Ein dagur líktist øðrum. Eisini á hesum leiðum kveikti frælsislopið í handilsviðurskiftum í menn, og tað sást, sum so mangar aðrar staðir í landinum, aftur í handli og skiparakstri. Umframt hetta havi eg gjøtlað meg fram til, óvist um tað kortini er so, at privatu skiparaskúlarnir hjá langabbanum Poul Nikláa Danielsen og seinri hjá skyldmanninum Hansi Djurholm broyttu bygdina soleiðis, at hon fekk eitt hægri flog. Ungir bræsnir menn úr øllum landinum sótu í kjallarum teirra og lærdu seg at navigera á heimshøvunum og millum manningar. Í lofthavinum at leita eftir og taka niður sól, mána og stjørnur. Fleiri teirra gjørdust gitnir rokskiparar, og ivaleyst hava teir ávirkað bygdarsamfelagið tann rætta vegin. Veingirnir hava lætt sær upp frá mjadnunum, - um ikki var farið á flog.
Abbi mín fekk skiparaprógv í skúlanum hjá systkinabarninum og grannanum Djurholm. Hann átti skonnartina ”Sannu - FD563”, sum fór av Glyvrum hin 17. oktober í 1940, og legði leiðina ígjøgnum hitt kavbátafylta Atlantshav yvir til Ameriku. Farmurin var fiskaúrdráttur, saltfiskur, lýsi og skinn. Endamálið við ferðini var eisini at knýta nýggj handilssambond og at fáa neyðugt gjaldoyra til at keypa føroyingum trotavørur fyri. Longu hin 13. november legði skonnartin at bryggju í New York, og tað var fyrsta ferðin at tjóðarflagg okkara – Merkið – veittraði í samveldisríkjunum USA. Merkið var seymað úr silki, tríggjar metrar til longdar, og tað var uppi í húna, longu táið teir heilsaðu Frælsisguðinnuni, sum hevjar seg reyst upp úr sjónum á Liberty Island. Teir lógu við bryggju í 40 dagar. Við sær heimaftur høvdu teir 210 tons av ymsum vørum. Í 1942 var hon søkt av skotríðunum frá týskum flogfari norðanfyri Føroyar.
Tað sigur ikki so lítið um broytingarnar og framtøkini – hesi 84 árini - at alirisin á Glyvrum nú fer undir at flúgva feskan laks á veingjum yvir á amerikanska meginlandið, og nú tekur tað bara nakrar fáar tímar at flúgva fram og aftur, og løtan á Kennedy flogvøllinum í New York verður ikki drúgvari enn løtan, sum tað tekur at av- og innskipa og at bunkra. Í 1940 lá fiskurin í salti á ferðini í dastið av einum mánaða, og nú fer hann feskur undir kræsnu gómarnar á amerikanskum kundum nakrar fáar tímar eftir at kvikar hendur á Glyvrum hava handfarið hann við kimiligum og virknum handalagi. Leggi meg ikki út í kjakið um sigling versus flúgving, men imponerandi er tað, at hetta nú ber til í Føroyum, og sum Regin einaferð í skemti tók til: ”Tað hevur nú ongantíð verið ætlanin hjá Bakkafrost at útflyta og selja ræstan laks.”
Tá ið Bakkafossur kom inn at Bakkabrúnni á fyrsta sinni, loyvdi eg mær at endurgeva svarið, sum Jørgen-Frantz Jacobsen í 1929 sendi vinmanninum Williami. Hann umrøðir millum mangt annað langabba Regin á leið soleiðis: “Selv i Rasmus på Glibres bukolisk vegeternerende organisme eller i et egetræs fibre kan der vel være et vildt postyr af saft og kraft, blodlegemer eller desorienterede celler, en voldsom og brydsom trafik, en ubegribelig og mystisk livets proces. Alt er relativt, det kommer an på, hvordan man ser det”...........og hann heldur fram.........:”Vil man sætte sig på halen og hyle som en hund i måneskin, da kan man sikkert også finde en hypnotiserende måne at hyle ad. Men vil man finde lidt mening, måske lidt logik i livet, så kan vel også dette med lidt god vilje opspores, selv om det måske ikke altid passer i ens kram. Det gør man nu som man vil. Eller rettere, det gør man nu som man har temperament, natur til. Ens natur er jo i virkeligheden det eneste givne. Livet retter sig derefter.”
Teir sum stjórna felagnum - og nýggja flogfelagnum - settu seg ikki á afturpartin fyri at ýla sum hundar eftir mánalýsinum, heldur valdu teir á jarnfuglaveingjum at fara á ferð í lofthavinum millum lond. At ferðast nærri himinknøttum, heldur enn at stara seg hypnotiserandi blindar at teimum.
Breið tínar veingir út og flúgv so yvir vøtnini. Yvir dimmu dalarnar og fram til gylta tindin. Næsta morgun sterka rúmdarsólin vekir kroppin tín, - lat so veingir tínar bera teg til undurlandið. Men troubadourin úr Vestmanna gevur eisini fuglinum á flogi tey góðu ráð, at hann ikki eigur at lata harða sólarljósið blenda seg, og spyr eisini svarta ravnin, um hann enn er hin sami, sum táið hann lætti sær á við veingjunum.
Skal ikki liggja omaná, at eg onkuntíð í lívinum havi verið í einari støðu, har eg kundi hugsað mær at verið ein fuglur á flogi. Sum listamaðurin í Kirkjubø plagar taka til, - hetta snýr seg um frælsi í breiðari merking. Liggur tú bakk, andøvir, í ringum veðri í dagavís, og ódnin ger fuglinum lítlan og ongan mun, tá leggur tú næstan øvund á kimiligleikan á flogborna kroppinum.
Nobelvinnarin Heinrich Böll skrivaði í 1964 eitt essay um fuglar sum ikki fóru á flog. Vituliga snýr tað seg um menniskjaliga frælsi. Hann vitjar tíðum eina snjóuglu í einum djóragarði, og har tosa tey um køkingina millum mentan og samfelag. Hon er ikki altíð líka fryntlig og gestablíð, snjóuglan, og alt eftir hvussu reykurin stendur, verður tikið ímóti og sáldað frá – tað sum tó vinnur á mær, sigur høvundurin, og sum fær meg at vitja hana, er vakurleikin, nossligu fjarðarnar, villskapurin og hygni hennara. Djørv er hon eisini, hóast hon ikki fær brúkt hendan eginleikan undir núverandi viðurskiftum. Tað, ið onkur hevur mett at vera hungursmark hennara, verður flýggjað henni inn um rimarnar.
Og Böll heldur fram: ”Tja, hvat kunnu rithøvundar tosa við snjóuglur um? Sjálvandi um hitt ótømiliga evnið: Snið og innihald. Í ár var samrøðuevni okkara frælsisins snið og innihald. Eg spurdi snjóugluna, um hon hevði tikið av, hevði tað staðið henni í boði at sleppa úr búrinum - út í avstikaða økið, har tað hóast alt var høgt og frítt til loftið, - har úti sum pelikanarnir og kondorarnir gingu. Svarið var játtandi, men hon hevði ikki lagt í kortini, og hevði havnað tilboðnum, tí hon treivst betur við at vera í búrinum. Lítið skilti eg, men so spyr hon: ”Hevur tú ikki lagt til merkis eitthvørt sjáldsamt við pelikanunum og kondorunum? Jú, varð svarað, eg havi sæð teir breitt hesar øgiligu veingirnar út og strokið sær við teimum, havi av sonnum sæð teir sýnt sín stórleika og teirra fúrstaliga skreyt og skrúð. Og hevur tú, spurdi vinkonan, snjóuglan, hevur tú eisini sæð teir á flogi? Nei, svaraði eg, teir fara ikki á flog. ”Hví man tað vera?” Spurdi snjóuglan. Hví heldur tú, at teir ikki gera annað enn at strúka sær sjálvum við slíkum øgiligum veingjaprýði, og hví stríðast teir við at vísa sín majestetiska vakurleika, táið teir ikki fara á flog kortini: Teir eru skerdir, veingjafjarðarnir eru kutaðar undan teimum. Tí taki eg tað fram um - at vera verandi í búrinum. Avstikað frælsi merkir: Ongar rimar, men skerdar veingjafjarðar. Búrið merkir: Rimar, men óskerdar veingjafjarðar. Ongin okkara sleppur á flog líkamikið hvussu víkir og vendir.
Ongan váða at taka á seg, er hin størsti váðin av øllum. Verandi í búri ella at vera innistikaður við kutaðum veingjafjarðum er eitt og tað sama. Frælsi, ultimativa frælsi, á øllum mótum, er rótin og fyritreytin fyri at sett mál kunnu røkkast.
Í dag fer jarnfuglurin Eysturoy hjá FarCargo á flog vestur um hav, hann er sloppin úr búrinum og er ikki veingjaskerdur. Sum liður í at distribuera matvørur við mestu ferð og stytsta tíðarmáli millum aliringar, flutningsbond og kræsnar gómar er hann tað ultimativa amboðið.
Fyri Runavíkar kommunu fari eg við hesum orðum at ynskja eigarunum blíðan byr og Guðs ríku signing í átakinum sum pionerar í loftvegis farmaflutningi millum Føroyar og amerikanska meginlandið.
Tórbjørn Jacobsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald