
Ítøkiliga merkir broytingin, at tá ið fiskiskip verður lagt vegna umvælingar, hava fiskimenninir rætt til arbeiðsloysisstuðul 15 dagar fyrr enn sambært galdandi lóg og rætt til útgjald av arbeiðsloysisstuðli í 90 dagar.
Tað var Margit Stórá, landsstýriskvinna, sum fyrr í vár legði uppskot um at bøta umstøðurnar hjá fiskimonnum í ALS fyri Løgtingið.
Fiskimenn kunnu nú fáa arbeiðsloysisstuðul 15 dagar aftaná, at fiskiskipið er lagt vegna umvælingar. Fyrr var tað aftan á 30 dagar.
Somuleiðis verður tíðarskeiðið teir kunnu fáa arbeiðsloysisstuðul longt úr 60 útgjaldsdøgum upp í 90 útgjaldsdagar.
Fiskimenn hava annars rætt til arbeiðsloysisstuðul eftir vanligu reglunum. Tað vil siga, at um fiskimaður sigur seg úr starvi ella verður sagt úr starvi, so hevur viðkomandi rætt til arbeiðsloysisstuðul á jøvnum føti við aðrar persónar, sum verða arbeiðsleysir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald