Politikkur

Brandur: Eg havi boðað flokkinum frá, at strika meg sum lim í flokkinum

--

2022-01-06 11:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Viðhvørt kemur man til ein krossveg í lívinum, har man má velja hvønn veg leiðin framá skal bera.
Við ein slíkan krossveg eri eg í dag.
Í 10 ár havi eg umboðað Fólkaflokkin í Sandoynni.
Soleiðis verður ikki framyvir.
Eg havi í dag boðað flokkinum frá, at strika meg sum lim í flokkinum.
Øll árini á Tingi havi eg gjørt mítt allarbesta fyrst og fremst fyri Sandoynna, og síðani fyri alt landið.
Vegurin Fólkaflokkurin hevur valt í seinastuni ber mær ikki til persónliga at fylgja. Tí skiljast leiðir í dag.
Eg vil av hjarta takka øllum tykkum mongu sum hava víst mær álit við at givið mær atkvøðu tykkara, á teimum valum sum eg havi stillað upp.
Tað hevur verið ein sonn æra at umboða tykkum og Sandoynna.
Eisini vil eg takka nevndini í Sandoyar Fólkafloksfelag fyri framúr samstarv og stuðul.
Politikkur hevur fylt sera nógv í lívinum seinastu 12 árini. Einasta orsøk at hetta hevur latið seg gjørt er tí at familjan hevur verið aftanfyri og stuðla og hjálpt.
Hvagar leiðin nú ber er óvist.
Kanska okkurt spennandi bjóðar seg, tiltikið er at har ein hurð letur aftur letur onnur upp, tað skrivar Brandur Sandoy á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder