Veðrið

Brákunning

--

2022-01-04 11:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Løgreglan og tilbúgvingin hjá Tórshavnar kommunu heita staðiliga á fólk um ikki at koyra bil næstu tímarnar. Nærri kunning kemur seinni. Koyrilíkindini eru altso sera vánalig. Tað er sera ringt sýni, og nógvir bilar standa fastir
Tað er av stórum týdningi, at fólk virða boðini so at tilbúgvingin, so sum sjúkrabilar, bjargingarbilar, løgregla og kavarudding kunnu koma fram, har tørvur er á tí. Hettar hevur so tær fylgjur, at fólk sum tørva hjálp til bilar, ið eru koyrdir fastir, ikki kunnu vænta at fáa hjálp í bræði.

Tórshavnar Kommuna og Føroya Politi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder