Ítróttur

Brá og Malena avloysa Petru og Rakul

Orsaka av skúlagongd og próvtøkum hava Petra Hoydal og Rakul Sørensen givið avboð til UEFA Nations League dystirnar móti Moldova og Slovakia. Í teirra stað koma Brá Zakariasardóttir og Malena Olsen

Petra Hoydal, ið er skrásett fyri níggju dystir og 1 mál fyri Føroyar, hevur givið avboð til UEFA Nations League dystirnar móti Moldova og Slovakia - Mynd: Hans Erik Danielsen

Petra Hoydal, ið er skrásett fyri níggju dystir og 1 mál fyri Føroyar, hevur givið avboð til UEFA Nations League dystirnar móti Moldova og Slovakia - Mynd: Hans Erik Danielsen

2025-05-21 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Føroyska A-landsliðið við kvinnum hevur tveir dystir eftir at spæla í verandi UEFA Nations League kapping. Fríggjadagin í næstu viku er útidysturin móti Moldova á skránni, og týsdagin 3. juni spæla Føroyar og Slovakia á Tórsvølli.

Her fyri kunngjørdi landsliðsvenjarin, Pætur Smith Clementsen hópin til komandi uppgávur, men nú er greitt, at venjarin verður noyddur at síggja burtur frá Petru Hoydal og Rakul Sørensen.

Báðar eru upptiknar við skúlagongd og próvtøkum í hesum døgum, og hava tískil givið avboð.

Í staðin hevur Pætur Smith Clementsen úttikið Brá Zakariasardóttir, sum spælir fyri Fortuna Hjørring í Danmark, og Malenu Olsen úr KÍ.

Undan dystunum eru Føroyar nummar 3 í bólkinum við 9 stigum. Slovakia er fremst við 12 stigum, Moldova hevur 3 stig, meðan Gibraltar er aftast við ongum stigi.

Atgongumerki til UEFA Nations League dystin hjá kvinnum millum Føroyar og Slovakia sum verður á Tórsvølli týsdagin 3. juni klokkan 18:00 fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder