Ítróttur

Brá, Evelin ella Julia?

Nú ber til at atkvøða um, hvør skal verða kosin besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í juni mánaði. Atkvøðugreiðslan fer fram í sona-appini, og atkvøðast kann til leygarkvøldið á midnátt

Brá Zakariasardóttir, Evelin Mastropasqua og Julia Naomi Mortensen - Mynd: hb.fo/07vestur.fo

Brá Zakariasardóttir, Evelin Mastropasqua og Julia Naomi Mortensen - Mynd: hb.fo/07vestur.fo

2026-08-05 11:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Komandi sunnudag verður farið undir endaspælið í MeistaraDeildini hjá kvinnum, men undan fyrstu dystunum skulu fjepparar velja besta spælara í juni.

Tríggjar spælarar eru tilnevndar. HB eigur tvær av tilnevningunum við Brá Zakariasardóttir og Juliu Naomi Mortensen, meðan Evelin Mastropasqua úr 07 Vestur er triðja navnið á listanum.

Atkvøðugreiðslan er opin á sona-appini til leygarkvøldið á midnátt.

HB byrjar annars fremst í ovara bólki í endaspælinum við 34 stigum, meðan KÍ er á øðrum plássi við 31 stigum. Víkingur hevur 24 stig, og Skála, sum er flutt upp í ovara bólk, eftir at NSÍ hevur tikið liðið úr kappingini, byrjar endaspælið við tíggju stigum.

Í niðara bólki er B36 fremst, 07 Vestur nummar tvey, meðan FC Suðuroy og ÍF, sum er komin upp úr 1. deild, eru á ávikavist triðja og fjórða plássi.

Stigatalur og leikskráir: MeistaraDeildin kvinnur 2026

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder