Virðismiklasta tilfeingið í Føroyum eru vit sjálv. Børnini og ungdómurin er okkara framtíð, og tí mugu tey hava góðar møguleikar, góðar umstøður og frælsi til at velja framtíðina.
Herfyri las eg eitt uppslag á Facebook hjá Evu Klein, sum skrivar: “Arbeiðsmarknaðarviðurskifti, skattaskipan, bústaðarprísir og treytir á fíggjarmarknaðinum hava øll ávirkan á, hvussu føroyskar familjur kunnu skipa sítt lív. Hjá mongum familjum merkir tað, at bæði foreldur eru á arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman.”
Eg eri púra samd við Evu – tað er trupult hjá familjum at fáa gerandisdagin at hanga saman fíggjarliga, uttan so at bæði foreldur eru á arbeiðsmarknaðinum. Familjan er kjarnin í samfelagnum. Hon er grundvøllurin undir einum sterkum samfelagi. Tí skal samfelagið vera familjuvinarligari á øllum økjum.
Í longri tíð hava vit hoyrt, at bíðilistarnir á sjúkrahúsinum til at útgreina (serliga) børn bara vaksa. Vit eiga at spyrja okkum sjálv: “Er galið við mentanini, ella er galið við børnunum?”
Við munandi átøkum, opnum kjaki um ríkt barnalív og við góðum samstarvi tvørtur um fakbólkar, hugsi eg, at vit kunnu gera veruligan mun, tá ið tað snýr seg um sálarheilsuna hjá okkara børnum og ungum.
Vit mugu geva familjunum størri rásarúm, serliga tá ið barnið er undir 3 ár, við at geva teimum eitt nú møguleika til at leingja barsilsfarloyvið, hava styttri arbeiðsdagar ella styttri arbeiðsviku.
Mín dreymur er, at øll børn kunnu mennast og mentast við støði í egnum áhuga, soleiðis at øll børn uppliva, at tey eru perfekt, akkurát sum tey eru.
Fólkaflokkurin vil, at:
- vit skulu hækka barnafrádráttin og gera hann stigvísan
- vit skulu hava frælsa barnaansing, har peningurin fylgir barninum
- foreldur skulu hava frælsi at skipa barnsburðarfarloyvi, sum tey sjálv vilja
- hámarkið á barsilsútgjaldinum skal hækkast upp í 40.000 kr
- skattafríur barnakekkur á 20.000 kr. skal veitast úr barsilsskipanini, tá ið ein fær eitt barn
- kreativu og handaligu lærugreinarnar í fólkaskúlanum skulu styrkjast
- karmarnir hjá fólkaskúlanum skulu betrast til frama fyri trivnaðin hjá næmingum og lærarum
- privat- og eftirskúlar skulu hava góðar møguleikar.
Set X við Fíu Selmu Nielsen
Valdið til fólkið
– Vel Fólkaflokkin 26. mars
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald