Vit hava góðar dagstovnar í kommununi, men tó vil altíð verða rúm fyri batum. Kommunal tilboð í kommununi eiga at verða dygdartryggjaði á tann hátt, at vit eru vís í at vit bjóða eins góð tilboð á øllum stovnum. Eisini eigur kommunan at verða við til at tryggja at starvsfólk velja dagstovnaøki til. Her kann hyggjast uppá skipanina við fyrireikingar- og eftirmetingartíð til námsfrøðingar. Ein øking her vil bæði bøta um arbeiðsumstøðurnar hjá námsfrøðingunum og tryggja børnunum eitt betur námsfrøðiligt tilboð.
Vit eiga eisini at víðka matarskipanina, so matarskipanin fevnir um báðar dagstovnarnar.
Ein matarskipan fyri skúlan eigur at verða kannað og fyrireikað, so at vitanin um grundarlag og kostnað fyriliggur. Kanningar vísa, at næmingar ið fáa heilsugóðan mat í skúlanum nýta ágóðan av hesum sum vaksin. Ein tílík skipan kundi eisini hjálpt uppá sosialan ójavna, betra um heilsuna og hugsavnan, og harvið økt um læringina.
Kommunan skal eisini verða ein viðspælari til at skapa best møguligu karmarnar á skúlanum. Útiøkið skal gerast liðugt og serstovur skulu verða so, at verkligar lærugreinar kunnu bjóðast út á skúlanum.
Ein loysn skal finnast í samband við felagsøki og bókasavnið á skúlanum. Í verandi løtu er støðan ikki haldbar. Staðsetingin og kring umstøður hjá bókasavninum ger at bókasavnið ikki tænir sínum endamáli og samstundis upptekur tað besta felagsøki á skúlanum, sostatt hava næmingarnir hvørki bókasavn ella felagsøki.
Virkishúsið ger eitt framúr arbeiði fyri okkara børn og ungu. Nógv góð tilboð eru knýtt at Virkishúsinum og er hetta ein týðandi lutur í fyribyrgjandi arbeiðinum í kommununi. Tó eigur tilboðið at verða útbygt, so at ymiskar verkstovur kunnu staðsetast í øðrum bygningum í kommununi. Hetta er grundað á, at vit á tann hátt kunnu røkka øðrum, og fleiri, børnum.
Vit eiga eisini at endurskoðað okkara kommunalu frítíðartilboð og eftirhyggja tørvin. Vit eiga at tryggja okkum, at tilboð eru til øll ung og at tey røttu fólkini eru um tey, so at øll børn og ung merkja at tey hava góðar fyrimyndir, ið vilja tey. Hetta vil økja um trivnaðin og gera eitt stórt fyribyrgjandi arbeiði.
Ungdómsráðið í Vága kommunu skal verða ein hoyringspartur til øll mál, ið viðkoma børnum og ungum, og takast við upp á ráð. Ungdómspolitikkurin fyri Vága kommunu skal upp úr skuffuni og samtykkjast sum skjótast. Tey ungu hava víst í verki, at tey eru til reiðar og vilja hava ávirkan, nú er tað upp til okkum at syrgja fyri at tey hava umstøðurnar og møguleikan.
Vit hava góðar stovnar og mannagongdir, ið eru klárir og førir fyri at hjálpa børnum og ungum, ið hava tørv á tí. Eg meti tað tó neyðugt, at kommunan saman við avvarðandi stovnum, setur á stovn eina tilbúgving, ið beinanvegin kann traðka til og hjálpa, tá støðan er óvanlig og vanligu mannagongdirnar ikki bera á mál. Vit vaksnu hava ábyrgdina og vit skulu lyfta hesa ábyrgd.
Saman eru vit sterkari
X við Borgaralistan
X við Jon Ingi Wiberg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald