Politikkur

Borgarar við avbjóðingum skulu fáa góða hjálp

Til fyrsta kjakfundin í Lívdini bleiv millum annað kjakast um tað sosiala økið. Gleðiligt var at hoyra, at allir flokkar vóru samdir í, at vit mugu verða betri til at hjálpa okkara borgarum við avbjóðingum.

2022-11-24 20:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá borgarar koma illa fyri í samfelagnum, hevur tað alstóran týdning, at samfelagið ger alt fyri at veita skjóta og góða hjálp. Tað er ikki altíð tann fatan, ein fær, tá tosað verður við fólk, ið eru komin illa fyri.

Mín fatan er, at tað eru alt ov nógv, sum skulu brúka tíð og orku uppá at fáa røttu hjálpina. Foreldur, sum hava børn við avbjóðingum, føla ikki landið sum ein viðspælara. Børnini verða víst frá einari skipan til aðra, frá einum stovni til annan.

Hesi viðurskiftið mugu gerast nógv betri. Tá borgarar við avbjóðingum venda sær til lækna ella ein stovn fyri at fáa hjálp, skal ábyrgdin liggja hjá landinum at finna røttu hjálpina.

Hetta kann loysast við, at borgarin fær ein kontaktpersón, ið kann hjálpa og vegleiða. Ein persón, sum er viðspælari. Hetta hevur við sær, at borgarin kann hugsavna seg um at fáa tað betur, heldur enn at stríðast við tær ymisku skipanirnar.

Skjót og góð hjálp er besta hjálpin til borgarin, avvarðandi og landið. Øll verða vinnarar.

Rógvi Egilstoft

Valevni fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder