2023-01-24 10:05
BORGARAFUNDUR Í SALT, UM ÆTLANIRNAR Á HAVNARLAGNUM Á TVØROYRI
Á borgarafundinum týsdagin hin 24. januar 2023, um ætlanirnar hjá Varðanum Pelagic at byggja protein og lýsiverksmiðju á havnarlagnum á Tvøroyri, fáa borgarar í Tvøroyrar Kommunu møguleika at koma til orðanna.
Hálvur tími verður settur av í sjálvari skránni, har borgarar í Tvøroyrar kommunu, fáa møguleika at hava eina framløgu, ella at halda eina røðu fyri áhoyrarunum um verkætlanina.
Tey, ið ynskja at nýta henda møguleika, skulu gera avtalu við kommununa um hetta, við at ringja á tlf 611085 í seinasta lagi fríggjadagin hin 20. januar kl. 12:00.
Umframt omanfyri nevnda møguleika, verður sjálvsagt eisini møguligt hjá borgarum í Tvøroyrar kommunu, at seta spurningar til panellutakararnar á borgarafundinum.
FJØLMIÐLAR
Fjølmiðlar eru vælkomnir at vera til staðar á borgarafundinum. Loyvt verður tó ikki at banda, ella senda beinleiðis frá orðaskiftinum og framløgunum. Samrøður kunnu gerast áðrenn og/ella aftan á borgarafundin.
PANELIÐ
Í panelinum sita: Hans Haraldsen, VERKFO, Torben Preitz, Haarslev, Birgir Finnbogason, Haarslev, Torsten Ostenfelt, Niras, Knut Wiik, Purenviro, Helge Korsager, Johannes Steingrund, Steingrund Akustik, John Ellingsgaard, Jysk Skorstensservice, Svend Sivertsen, FUGLARK, Eyð Eidesgaard, Varðin Pelagic, Ólavur Bjarkhamar, Varðin Pelagic, Bogi Jacobsen, Varðin Pelagic, Kristin Michelsen, Tvøroyrar Kommuna, Anita Vibergsdóttir og Fróði Mortensen, Tvøroyrar Kommuna og Eybjørn Larsen, Sókn Advokatar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald