Lýsing

Bókaframløga á Fiskastykkinum

Leygardagin 1. november kl. 12 leggur Jóna Joensen nýggju bók sína, FRÍ, fram á Fiskastykkinum, Sandavágur.

2025-10-30 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FRÍ er ein skemtilig bók til ung sum eldri við íblástri til matgerð, lívsstíl, sjálvbjargni, skapandi lív og gleðina at vera á ferð. Ein bók um forvitni, útilív og frísinnaði menniskju, sum finna gleðina í tí einfalda og siðbundna – við hjarta, hondum og hugflogi.

Bókin, ið er skriva sum skaldsøga, kann eisini nýtast sum ein  kókibók, har lesarin finnur alskins uppskriftir.

Tað er Jóna Joensen, ættað úr Syðrugøtu, búsitandi í Sveis, ið hevur skriva bókina FRÍ. Íblásturin kemur frá uppvøkstrinum í Føroyum, ferðum kring knøttin og lívinum á garðinum í Sveis, sum hon, saman við manni sínum Thomas, hevur umskapað til eitt gistingarhús og eina sjálvbjargna oasu við grønmetið, fruktum, urtum og víni.

Á garðinum finna trý ættarlið gleðina at skapa frá grundini. Afturat ból og bita bjóðar Jóna coaching og leirskeið í Ryfflihaus. Frí er hennara fyrsta bók.

Møguleiki verður at ogna sær bókina signeraða fyri 299kr og at keypa sær ein bita á Fiskastykkinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bókaframløgur vera á hesum støðum:

Sands Bókasavn mikukvøldið 29.Oktobur, kl. 19

HNJ Gamli Bókhandil hósdagin 30. Oktobur, kl. 16.30

Fiskastykkið Sandavágur leygardagin 1.Novembur kl. 12.00

Testovan Marin Malena á Biskupsstøðgarði Klaksvík, sunnudagin 2.Novembur kl. 16

Seglloftið á Tvøroyri mánadagin 3. Novembur kl. 16.30

Býráðshúsið Norðagøta mikukvøldið 5.Novembur. kl. 19

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder