Politikkur

Boðskapurin um at stytta arbeiðsvikuna er ein samráðingarspurningur

Boðskapurin um at stytta arbeiðsvikuna er ein samráðingarspurningur, sum fer at ávirka komandi samráðingar

2023-02-07 22:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Arbeiðstíðin er ein av týdningarmestu spurningunum í eini sáttmálasamráðing. Ein spurningur, sum hevur beinleiðis ávirkan á fíggjarligu viðurskiftini hjá kommununum.

Verður arbeiðsvikan stytt, so sum landsstýrið ætlar, úr 40 tímum niður í 37 tímar, fer hetta at hava við sær eina hækking av tímalønini á 8,1%. Talan er eftir okkara tykki um eitt beinleiðis inntriv í samráðingarrættin hjá kommununum. Eitt inntriv, sum fer at hava ógvusligar fylgir fyri bæði dagstovna- og eldraøkið. At arbeiðsvikan verður stytt so munandi, fer umframt at hava búskaparligar avleiðingar, eisini at hava við sær, at kommunurnar koma undir enn størri trýst við at manna øll størv og vaktir á til dømis eldraøkinum og á dagstovnaøkinum. Á hesum økjum eru kommunurnar framman undan raktar av starvsfólkatroti. Við styttri arbeiðsviku mugu tímarnir býtast millum uppaftur fleiri starvsfólk.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tekur undir við sjónarmiðinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum í sáttmálasamráðingum eiga at loysa spurningin um arbeiðstíðina. Verður arbeiðstíðin stytt við lóg, fer hetta uttan iva at hava ávirkan á komandi sáttmálasamráðingarnar.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Per Martin Gregersen, formaður


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder