Ítróttur

Blá og reyð-svørt finala

Við samlaðum 6-1 sigri á 07 Vestur og 7-1 sigri á Víkingi hava HB og KÍ tryggjað sær pláss í finaluni um Løgmanssteypið hjá kvinnum.

Eins og í fjør, verður ársins steypafinala hjá kvinnum millum HB og KÍ - Mynd: Jóhanna Thomsen

Eins og í fjør, verður ársins steypafinala hjá kvinnum millum HB og KÍ - Mynd: Jóhanna Thomsen

2026-09-03 09:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Søgan endurtekur seg í steypakappingini hjá kvinnum. Tí eins og í fjør, verðatað HB og KÍ, sum fara at stríðast um Løgmanssteypið, liðini hittast ífinaluni, sum verður á Tórsvølli leygardagin 19. septembur klokkan 18:30.

Týskvøldið var seinna hálvfinalan millum HB og 07 Vestur á skránni. HB vann fyrru hálvfinaluna 3-0, og aftur týskvøldið vóru tær reyð-svørtu omaná. Úrslitið gjørdist 3-1 til HB, sum sostatt vann 6-1 samanlagt.

Í hinari hálvfinaluni møttust KÍ og Víkingur, og hóast tað eina løtu í seinnu hálvfinaluni – sum varð spæld mikukvøldið – var spenningur um samlaða úrslitið, so endaði tað kortini við stórsigri til KÍ.

Fyrra hálvfinalan endaði 1-0 til tær kongabláu, og mikukvøldið vann KÍ ein sannførandi 6-1 sigur í Sarpugerði í Norðragøtu.

Í minnu steypakappingini hjá kvinnum hava Skála og B36 spælt seg í finaluna. Skála vann samanlagt 8-1 á ÍF, meðan B36 vann samanlagt 9-3 á FC Suðuroy. Finalan verður á Tórsvølli mikukvøldið 16. septembur klokkan 19:00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder