Russiska álopið á Ukraina hin 24. februar, og teir ræðuleikar vit nú eru vitni til, bera boð um eina nýggja heimsmynd. Tað var ein tíð áðrenn, og ein onnur tíð eftir, hin 24. februar 2022. Heimurin er grundleggjandi broyttur. Eisini her hjá okkum í Føroyum.
Eg havi áður havi sagt, at vit heldur skuldu hjálpa flóttafólkunum í teirra nærumhvørvi. Ukraina er okkara nærumhvørvi. Hetta eru grannar hjá okkara grannum. Her talan um fólk, sum inntil fyri stuttum livdu frí og fræls í einum demokratiskum samfelagi.
Sum eitt av heimsins ríkastu samfeløgum er tað ikki annað enn natúrligt, at Føroyar gera sítt, og at vit opna okkara dyr fyri flóttafólkum úr Ukraina. At vit hjálpa okkara evropeisku grannum.
Men tað at vit nú velja at taka í móti flóttafólkum, fer eisini at krevja nógv av okkum øllum, sum búgva í Føroyum. Tað fer at merkjast í bý- og bygdarmyndini. Tí er tað mín inniliga vón og áheitan, at vit øll somul fara gera okkara besta fyri at taka væl í móti teimum ukrainsku flóttunum, ið eru komnir, og sum fara at koma hendan vegin.
Tá eg gamlaárskvøld helt nýggjársrøðu fyri Føroya fólki, segði eg millum annað soleiðis: “Latið okkum í komandi árinum rætta tilflytarum hondina. Latið okkum bjóða teimum ein drekkamunn. Taka tey við á flot ella í fjøllini. Og afturímóti læra meiri um tey.”
Tá var tað ikki í mínum huga, at vit fýra mánaðir seinni skuldu taka í móti fleiri tíggjutals ukrainiskum flóttum. Men mín áheitan er enn hin sama: “Bjóða teimum ein drekkamunn, tak tey við á flot ella í fjøllini”. Vit mugu øll gera okkara, soleiðis at tey koma at kenna tann fjálga føroyska hitan. Tann ábyrgdin hvílir á hvørjum einstøkum av okkum.
Til seinast vil eg siga takk til tykkum øll, felagsskapir og persónar, sum sjálvboðin hava verið vil til at hjálpa og taka í móti flóttafólki úr Ukraina. Uttan tykkara hjálp hevði tað ikki borðið til. Eg vil eisini veita ein serliga tøkk til Reyða Kross Føroyar, sum vit í landsstýrinum hava havt eitt tætt og gott samstarv við.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald