Vinna

Bjarni: Tíverri kann eg ikki rósa EU hvussu teir hava behandla okkum

T.D mistu vit okkara rættindi í Eysturgrønlandi vegna onga avtalu við EU í 2020  , hetta hóast vit høvdu fiska rækjur har samanhangandi síðan 1979 (burtursæ frá tá eisini EU boykhottaði okkum i 2014 og 15).

2024-03-14 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eysturgrønland var okkara álit í rækjuvinnuni, hóast fleiri rak ár har sóðu vit at veiðan tók seg orduliga upp i 2018 og í fjør og í ár er rokveiða har, so tað er óalmindiliga harmuligt at sýggja at vit fáa NULL kg av rækjum, alt mist yvir ein kamb.

Vit fingu tó lova "erstatning" í makrelkvotu afturfyri at hava mist okkara eginkvotu i Eysturgrønlandi, men hetta var bert føgur orð, fingu onki.

Fyrst  mistu vit  rækjukvotuna á Grand Bank og F Capp og síðan Eysturgrønland og kvotan i Russiskum økið hekk ella hongur í einum klønum tráð.

So eg vil pástanda at onki Føroyskt reiðarí hevur verið fyri so stórum niðurskurði sum vit hesi seinastu árini.

Bjarni Petersen
Arctic Viking

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder