Sleit barnaskógvarnar og ungdómsárini í Miðvági, men sett búgv í Sandavági. Arbeiddi sum projektleiðari hjá MEST áðrenn eg tók við sum borgarstjóri í Vága kommunu.
Tað hevur verið mær ein heiður at mynda og umboða kommununa seinastu fýra árini. Hesi árini hava verið lærurík og til tíðir strævin, har eg veruliga havi fingið meg royndan. Men eg vóni at borgararnir eru nøgdir við tað, ið er lagt fyri dagin, og eg havi áræðið at halda fram!
Tá eg, fyri fýra árum síðan setti meg inn á býráðsskrivstovuna á Hammershaimbsvegi, hevði eg eitt stórt ynski til býráðið, og tað var, at óansæð hvørjum lista man varð valdur á, so ynskti eg ikki samgongu og andstøðu, men samstarv, og eg meti at tað er eydnast væl og býráðið tí hevur fingið nógv av skafti.
Vit løgdu okkum eftir at vera ein framfýsin og fevnandi kommuna, og at her skal vera gott at búgva. Eg haldi at vit eru komin væl á leið, tí vit hava veruliga sett í verk og framt nógvar stórar verkætlanir. Nakrar av hesum eru lidnar, meðan aðrar eru í gongd enn.
- 2.byggistig av Skúlanum á Giljanesi, umframt skift gólvið í ítróttarhøllini
- vegurin av Tvørgarði norð til Ápramsveg, og gøtan úr Evigheitini inn í Húsagarð
- víðkan av kirkjugørðum í Miðvági og Sandavági
- nógvir vegir í øllum bygdum eru asfalteraðir, vinnuøki í grótbrotinum í Sandavági
- útstykkingar framdar í øllum bygdunum
- skift graslíkið á øllum sparkivallum og fótbóltsvallunum í kommununi
- øll búplássini á Vesturvón hava fingið tíðarhóskandi WC og bað, og liðuggerð av 1. - 2. byggistigi
- barna- og ungdómsøkið endurhugsað, sett á stovn virkishús og virkisbreyt, Garagu og ungdómsráð
- Listastovan umvæld, Sóljugarður útbygdur, víðka um ítróttarhús og góðar karmar til skótarnar
- dagført og økt um ítróttarstuðulin, og hækka normeringar á dagstovnaøkinum
- lækkað skattin, hækkað barnafrádráttin og frítíðarkortið FRIGG til barna familjurnar
Umframt hetta, nógvar aðrar stórar og smáar verkætlanir sum eru við til at gera tað betri at búgva í okkara kommunu. Men tað eru enn nøkur stórmál, ið eg ynski at loysa, og verkætlanir eg ynski at bera á mál, um eg fái møguleika at halda fram.
Ferðslutrygdin í bygdunum og framvið skúlanum, skal loysast, hetta kann ikki bíða meira! Eg havi fingið framleitt enn eitt uppskot, ið býráðið er kunnað um, og havi biðið um ein fund við Landsstýrismannin og stjóran í Landsverk. Vónandi finna vit eina semju, ferðslutrygdini at frama, tí hetta skal ikki halda fram!
Fríløtuøkini í báðum bygdum eiga at verða sett á skrá sum skjótast, so tey standa klár tá Oyggjaleikir aftur verða í Føroyum og kappingar eftir ætlan verða bæði í Miðvági og Sandavági. Harumframt eigur arbeiðið við at fríðka um miðstaðarøkið í Vatnsoyrum at halda fram.
Eldraøkið hjá okkum má greinast og vit mugu virða og menna okkara starvsfólkahóp, og fyrireika uppskot um eldra og demensíbúðir. Hetta økið eigur at fáa enn hægri raðfesting! Alternativ til heilsuskúlan í Hovi eiga at verða kannaði.
Spillvatnsætlanin er týdningarmikil at fáa framda. Hetta er eitt sera kostnaðarmikið økið, men er semja um at seta okkurt annað í bíðistøðu, so er møguligt at koma á mál næstu fýra árini.
Miðstaðarøkir í bygdunum eru týðandi fyri trivnaðin. Ein ætlan skal gerast fyri miðstaðarøkið í Sandavági, nú kommunan hevur keypt økið har grundin frá bilverkstaðurin stendur. Eisini eigur ein miðstaðarætlan at verða gjørd fyri økið við bygdarskúlan í Miðvági. Hetta eru økir, har tann ábæra ferðslan skal vera tann sterka, og bilar koma í aðru røð.
Tað er altíð stuttligt og spennandi at lova ymiskar stórar íløgur, og at droyma stórar dreymar tá tað stundar til val. Vit hava gjørt nakrar sera stórar íløgur, hava lækkað skattin og annað. Eg meti at vit eiga at leggja dent á, at fremja tær verkætlanir, ið eru settar í gongd, og at gjalda nakað niður av skuldini, áðrenn vit hugsa um størri verkætlanir.
Hetta merkir slett ikki, at einki verður gjørt næstu árini, men at vit eiga at hugsa okkum væl um. Eg komi næstu dagarnar at greiða nærri frá tí eg ætli mær at arbeiða við, um eg enn einaferð fái tykkara álit, og sleppi at arbeiða fyri eini enn betri kommunu.
Set X við Bjarna Prior
Set X við Borgaralistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald